Skip to main content

Útbreiðsla: Føroyahávur er bert fingin eina ferð her um leiðir, í Rósugarði á Íslandsrygginum. Hann er annars frá Vesturafrika til Madeira og vestureftir til Suðurbrasil og Meksikoflógvan.

Føroyahávur (svøvnhávaættin)
Scymnodon obscurus (Vaillant, 1888)

Stødd: Føroyahávur kann gerast í minsta lagi 80 cm langur.

Dýpi: Hann er botnfiskur og miðsjóvarfiskur, úr 200 m og djúpari. Tað er óvist, hvussu djúpt hann fer, men møguliga niður á 1450 m.

Litur: Javnbrúnur.

Lýsing: Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar og lítlan pík framman fyri ryggfjaðrarnar. Tann fremra situr mitt á fiskinum. Hin aftara er heldur størri enn tann fremra og kemur ikki aftur móti stertinum. Hann hevur smalar uggafjaðrar, sum ikki røkka aftur til fremru ryggfjøður. Miðjan á búkfjaðrafestunum situr undir fremra enda á aftaru ryggfjøður. Sterturin er stuttur við stórum, rundum skarði millum ovara og niðara stertablað. Høvdið er um 23% av heildarlongdini. Hann hevur 5 smáar táknarivur framman fyri uggafjaðrarnar. Gronin er eitt sindur longri enn kjaftbreiddin. Andahol.

Eyðkenni: Hann er smidligur fiskur. Miðjan á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Aftari endi á búkfjaðrafestinum er mitt undir aftaru ryggfjøður.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

ES: Íslendskir fiskifrøðingar góvu hesum hávi navnið færeyjaháfur.

en: Smallmouth velvet dogfish, fr: Squalegrogneur quene échancré, ís: Færeyjaháfur

SkrubbhávarSqualiformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.