Skip to main content

Útbreiðsla: Gestfiskur er undan Íslandi til Suðurnoregs og Norðsjógvin. Hann er undir Bretsku Oyggjunum. Undir Føroyum fæst hann á landgrunninum.

Gestfiskur (gestfiskaættn) 
Echiodon drummondi Thompson, 1837

Stødd: Gestfiskur verður í mesta lagi 32 cm langur.

Dýpi: Hann er niður á minst 400 metra dýpi.

Litur: Gestfiskur er ljósur, gráligur, eitt sindur glærur, eitt lítið sindur ljósareyðsilvurlittur. Hann er silvurlittur undir búkinum, á kápuni og í eygunum. Hann hevur dimmar blettir/ strikur á høvdinum og á ryggfjaðrarrondini og gotfjaðrarrondini.

Lýsing: Gestfiskur er langur og mjáur fiskur. Hann er væl hægri, enn hann er breiður. Hann hevur ikki búkfjaðrar og ikki stert. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Tær eru frá frammarlaga á fiskinum og renna saman í ein spíss aftast á sporlsendanum. Gotfjøðurin kemur eitt vet longur fram enn ryggfjøðurin, fram á hálva uggafjøðurina. Gotið er við fremra enda á gotfjøðurini, mitt undir uggafjaðrunum. Uggafjaðrarnar eru smáar. Hann hevur lítið høvd og stóran kjaft. Eygað situr yvir miðjuni á ovara kjaftbeini. Tvær týðiligar tøkutenn hevur hann fremst í hvørjum kjaftinum, tær ovaru koma fram um undirkjaftin. Annars eru tenninar smáar. Hann hevur stuttan bul og langt sporl.

Eyðkenni: Gestfiskur kennist væl á tøkutonnunum, minnir í skapi um djúpáll og tey trý sporlklønu úlvfiskasløgini. Gestfiskur er ofta inni í trælsrassum av ymsum slagi, antin hann so livir har ella krógvar seg fyri fíggindum.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Snyltefisk, en: Fierasfer - Pearlfish, ís: Sníkir, no: Snyltefisk

BendlafiskarOphidiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 100 slektir og 385 sløg.

Undir Føroyum eru skrásettar 3 ættir, 4 slektir og 4 sløg:

  • Gestfiskaættin (Carapidae)
  • Bendlafiskaættin (Ophidiidae)
  • Drymbingaættin (Bythitidae)

Ryggfjaðrarnar eru langar. Summi sløg eru long og kløn, meðan onnur eru heldur stutt, høg og smøl.

Hesir fiskarnir liva á djúpum vatni, niður á umleið 8400 metra dýpi (í Puerto Rico-dýpinum).