Útbreiðsla: Glaskvoysa er undir Íslandi og Føroyum til Tróndheims, í Skagerrak og Norðsjónum. Hon er suður við Evropa til Sahara í Vesturafrika og í Miðjarðarhavinum, eystur til Grikkalands. Undir Føroyum er hon á landgrunninum og á bankunum vestanfyri.
Glaskvoysa, øvutikjaftur (kvoysuættin)
Lepidorhombus whiffiagonis
(Walbaum, 1792)
Stødd: Glaskvoysa verður neyvan longri enn 60 cm.
Dýpi: Hon er úr 40 metra dýpi niður á minst 500 metra dýpi.
Litur: Á vinstru síðu eru smáar glaskvoysur gráligar, og stórar eru grábrúnar. Oftast eru tveir kámir, døkkir blettir aftast á ávikavist ryggfjøðurini og gotfjøðurini. Hon er gráhvít ljósumegin. Hon hevur einstakar veikar, myrkar blettir runt á kroppinum. Smáar glaskvoysur eru nakað glærar.
Lýsing: Glaskvoysa er vinstravendur flatfiskur. Ryggfjøðurin er av gronini aftur á klingruna. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur á klingruna. Hesar báðar fjaðrarnar enda inni undir klingruni høgrumegin. Uggafjaðrarnar eru smáar, fjøðurin hvítumegin er bert til helvtar so stór sum hin.
Búkfjaðrarnar eru breiðar við festið, men annars smáar. Sterturin er rættiliga stórur og gongur út í ein lítlan spíss. Hon hevur stór eygu, ið sita tætt saman, stóran upprendan kjaft. Strikan er nógv bogin oman fyri uggafjøðurina.
Eyðkenni: Vinstra síða vendir upp. Teir smáu fiskarnir eru næstan gjøgnumskygdir. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin ganga ‘afturum’ yvir á hvítumegin afturi á klingruni.
Týdningur: Hon fæst sum hjáveiða í troli, men bert í smáum nøgdum. Tær stóru eru góður matfiskur. Hevur lítlan vinnuligan týdning.
da: Glashvarre, en: Megrim, fr: Cardine franche, ís: Stórkjafta, no: Glasshvarr, tý: Flügelbutt - Migram
FlatfiskarPleuronectiformes
14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.
Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:
- Kvoysuættin (Scophthalmidae)
- Flundruættin (Pleuronectidae)
Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.
Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.
***
Eitt sindur um flatfiskarnar
Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.
Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.
Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.
Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.
Eyguni eru tímegin, sum vendir upp.
Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.
Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.