Skip to main content

Útbreiðsla: Havtaska er vanlig undir Føroyum, á landgrunninum og bankunum bæði eystanfyri og vestanfyri, í Barentshavinum í útsynningspartinum, fram við norsku strondini til Norðsjógvin og í donskum sjógvi, sjáldan inn í Eystarasalt. Hon er undir Íslandi og runt Bretsku Oyggjarnar, suður til Gibraltar og nakað suður við Vesturafrika. Eisini í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum er havtaska.

Havtaska (havtaskuættin)
Lophius piscatorius Linné, 1758

Stødd: Havtaska verður næstan 200 cm long, vanliga millum 35 cm og 120 cm.

Dýpi: Hon er úr vatnskorpuni og fjøruni, niður á 1800 metra dýpi, møguliga enn djúpari. Um okkara leiðir er helst mest til av henni millum 100 og 700 metra dýpi. Hon er bæði við botnin og uppi í sjónum, eisini uppi í sjónum á víðum havi.

Teinar: R2 VI + 11-12; G 9-10; St 8-10;

Litur: Hon er nakað broytilig eftir umstøðunum, men vanliga er hon einlitt brún og sprøklut, dimmari ella ljósari, viðhvørt við reydligum farra. Gráhvít er hon undir búkinum. Royggið er gráhvítt.

Lýsing: Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur.

Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum.

Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar.

Eyðkenni: Stóra høvdið, stóri kjafturin og ørgrynni av hvøssum tonnum. Lokkiagnið á stongini fremst á gronini. Gráhvíta royggið.

Týdningur: Havtaska er dýrur fiskur og verður nógv veidd.

da: Havtaske – Bredflab, en: Monkfish – Angler, fr: Baudroie commune, ís: Skøtuselur, no: Breiflabb, tý: Seeteufel

Sí myndir og videoklippher.

TussafiskarLophiformes

Tussafiskahópurin hevur 18 ættir við umleið 66 slektum og 313 sløgum.

Undir Føroyum eru skrásettar 4 ættir við 5 slektum og 6 sløgum:

  • Havtaskuættin (Lophiidae)
  • Grønlandstussaættin (Himantolophidae)
  • Tussafiskaættin (Ceratidae)
  • Lusiferættin (Linophrynidae)

Undarlig útsjónd sermerkir tussafiskarnar. Teir flestu fiskarnir tykjast trevsutir, og teir flestu hava stórligt rundbøllut skap.

Á fleiri teirra er fremsti teinur í ryggfjøðurini vorðin til eina stong, ið verður brúkt sum tráða við „agni“ at lokka annan fisk til sín.

Oftast stóran kjaft við stórum tonnum, táknaopini eru smá.

Seinir svimjarar og lítið virknir fiskar. Hjá nøkrum teirra eru kallfiskarnir sera smáir og eru viðhvørt at sýggja grónir fastir uppi á kvennfiskunum.

Tussafiskar eru bæði á grunnum og djúpum vatni.