Útbreiðsla: Hornhávur er úr føroyskum sjógvi suður til Vesturafrika. Undir Føroyum eru nakrir hornhávar fingnir á umleið 1000 m dýpi vestan fyri Føroyabanka.
Hornhávur (hornhávaættin)
Oxynotus paradoxus Frade, 1929
Stødd: Hornhávur verður upp í umleið 120 cm, vanliga 70-85 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 270 m niður á 1000 m dýpi, men er tó eisini fingin grynri enn 100 m.
Litur: Hann er heilt dimmur, svartur, aðrir litir eru ikki uppií.
Lýsing: Hornhávur er tjúkkur um miðjuna, í tvørskurð er hann mest sum tríkantaður. Hann hevur høgar, stórar og spískar ryggfjaðrar við stórum píkum, sum standa umleið mitt í fjaðrunum. Skræðan er ósløtt og skurvut. Hann hevur lítið høvd við heilt lítlum kjafti, stórar, svamputar og rukkutar granar. Hann er flatur undir búkinum. Hann hevur 5 smá táknaop og andahol aftan fyri eyguni.
Eyðkenni: So serligt er skapið, at hann valla kann mistakast fyri annan háv, undantikið tann nær skylda O. centrina, ið heldur til sunnan fyri Bretsku Oyggjarnar. Á hornhávi hella báðir píkarnir afturyvir. Fremri píkurin á O. centrina hellir framyvir.
Týdningur: Hornhávur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Spidsfinnet trekanthaj, en: Sailfin roughshark, fr: Humantin
SkrubbhávarSqualiformes
Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.
Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:
- Hávaættin (Squalidae)
- Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
- Ljóshávaættin (Etmopteridae)
- Svøvnhávaættin (Somniosidae)
- Hornhávaættin (Oxynotidae)
- Brandhávaættin (Dalatidae)
Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.
Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.