Útbreiðsla: Hvassasprek er vanligur fiskur undir Føroyum. Tað er úr Karahavinum og frá Norðurnoregi suður í Norðsjógvin, kring Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina. Tað er undir Íslandi. Suðurog Vesturgrønlandi.
Hvassasprek, stórikjaftur (flundruættin)
Hippoglossoides platessoides
(Fabricius, 1780)
Stødd: Hvassasprek verður upp í 50 cm langt. Eitt undirslag við Norðuramerika verður upp í 82 cm.
Dýpi: Vanligasta dýpi hjá hvassaspreki er úr 10 m niður á 200-300 m, men tað er eisini út á meira enn 650 metra dýpi.
Litur: Oftast er hvassasprek myrkabrúnt/ reyðgrátt um bakið og gráhvítt á blindusíðu. Ofta við einstøkum dimmum blettum um bakið.
Lýsing: Hvassasprek er høgravendur flatfiskur. Tað hevur eina ryggfjøður úr klingruni fram í nakkan. Tað hevur eina gotfjøður úr klingruni fram til gotið. Strikan er næstan bein, bert eitt lítið sindur bogin oman fyri uggafjøðurina. Roðslan á bakinum er nakað hvøss at føla. Tað hevur stóran kjaft, stór eygu, og vinstra eyga situr eitt sindur aftari enn høgra.
Eyðkenni: Stóri kjafturin. Sterturin gongur eitt sindur aftur í ein spíss. Næstan beina strikan. Hvassa roðslan.
Týdningur: Í Føroyum hevur hvassasprek ikki verið avreitt, men er góður matfiskur.
da: Håising, en: Rough dab – American plaice, fr: Balai, ís: Skrápflúra, no: Gapeflyndre, tý: Doggerscharbe