Útbreiðsla: Undir Føroyum er hvasskvoysa á landgrunninum og á Føroyabanka og Ytrabanka. Hon er undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, frá Tromsø inn í Eystarasalt. Hon er innansyndis í Danmørk og í Norðsjónum, í Biskeiavíkini suður til Gibraltar, Marokko og um alt Miðjarðarhavið og í Svartahavinum.
Hvasskvoysa (kvoysuættin)
Psetta maxima (Linné, 1758)
Stødd: Hvasskvoysa verður upp í umleið 100 cm long, vanliga 50-80 cm.
Dýpi: Hon er vanliga úr 20 m niður á 120 m, tó er ein fingin á Ytrabanka á 144 metra dýpi.
Litur: Tekur lit eftir, har hon er. Hon er ljósagrá/ brún, gulbrún og eisini dimmbrún á eygnasíðuni. Á blindusíðu er hon hvít.
Lýsing: Hvasskvoysa er vinstravendur flatfiskur við grovum naddum og beinknútum um bakið, sera knortlut at føla. Hon hevur stóran upprendan kjaft. Strikan er nógv bend oman fyri uggafjøðurina. Hvasskvoysa er „tjúkkur“ flatfiskur. Ryggfjøðurin byrjar framman fyri høgra eyga og gongur aftur til klingruna, gotfjøðurin er frá gotinum til klingruna, hvørgin teirra fer inn undir klingruna. Hon hevur smáar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, nakað breiðar og eru leysar av gotfjøðurini.
Eyðkenni: Flatfiskur, ið lættliga kennist á tí píkuta bakinum. Vinstravend. Næstan rundan kropp.
Týdningur: Hvasskvoysa er dýrur fiskur, men fæst bert í smáum nøgdum.
da: Pighvarre, en: Turbot, fr: Turbot, ís: Sandhverfa, no: Piggvar, tý: Dornbutt