Útbreiðsla: Hvítingsbróðir er í Barentshavinum, sløðist til Eysturgrønlands og er undir Íslandi, suður í Norðsjógvin, Skagerrak og Kattegat, kring Bretsku Oyggjarnar suður til Biskeiavíkina. Hann er vanligur á føroyska landgrunninum og sæst eisini á Føroyabanka.
Hvítingsbróðir, stinksild, toskasild (toskaættin)
Trisopterus esmarkii (Nilsson, 1855)
Stødd: Hvítingsbróðir verður í mesta lagi 27 cm langur, í veiðuni er hann vanliga 10- 20 cm.
Dýpi: Hann er botnfiskur og uppsjóvarfiskur á dýpi niður á 300 m, tó sjáldan djúpari enn 250 m.
Litur: Hvítingsbróðir er grábrúnur um bakið, kanska eitt vet grønur. Síðurnar eru blankar, kámt silvurlittar og búkurin minni blankur enn síðurnar, heldur ljósari. Kjálkarnir eru sum skínandi silvur. Ein elalítlan, svartan blett hevur hann við uggafjaðrafestið.
Teinar: R1 14-17; R2 22-28; R3 23-29; G1 26-31; G2 25-31.
Lýsing: Hvítingsbróðir er smidligur fiskur at síggja. Hann hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Uggafjaðrarnar sita fremri enn fremsta ryggfjøður og røkka aftur til gloppið millum fremstu og mittastu ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru nakað fremri enn uggafjaðrarnar og eru langar og smalar. Fremsti teinur er longstur og røkkur á smáum fiskum ikki til gotið og á stórum fiskum aftur um gotið. Sterturin er eitt sindur innbogin, og strikan er nakað bogin frá miðjari síðu og yvir uggafjaðrarnar. Gotið er beint undir aftara enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stutta finnu. Eygnatvørmátið er størri enn gronin. Hann hevur lítið undirbit, og kjafturin er á skák uppeftir. Hann hevur fína leysa roðslu.
Eyðkenni: Eygnatvørmátið. Hann hevur lítið undirbit og lítla finnu.
Týdningur: Hvítingsbróðir hevur stóran týdning fyri ídnaðarfiskiskapin.
da: Sperling – calypso, en: Norway pout, fr: Tacaud norvegien, ís: Spærlingur, no: Augepål, tý: Spärling