Útbreiðsla: Hvítingur er undir Føroyum og Íslandi, við Portugal, runt Bretsku Oyggjarnar og í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, vestara parti av Eystarasalti til Norðurnoregs. Er eisini í Adriahavinum og Svartahavinum, men sjáldan ella als ikki í Miðjarðarhavinum.
Hvítingur (toskaættin)
Merlangius merlangus (Linné, 1758)
Stødd: Hvítingur verður upp í 70 cm langur.
Dýpi: Hann er niðri við botnin og uppi í sjónum á 10 m niður á 200 metra dýpi.
Litur: Bakið er grágrønt, síðurnar skyggja í silvurliti. Hann er mjólkarhvítur undir búkinum. Strikan er myrk.
Teinar: R1 12-15; R2 18-25; R3 19-22; G1 30-35; G2 21-23.
Lýsing: Hvítingur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Fremra gotfjøðurin er tann longra. Sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit og aloftast hvassar tenn. Strikan er bogin oman fyri uggafjøðurina. Smáfiskar hava finnu, men hon hvørvur við aldrinum. Gronin er longri enn eygnatvørmátið. Hann hevur smáar búkfjaðrar. Uggafjaðrarnar røkka ikki til gloppið millum fremstu og mittastu ryggfjøður. Gotið er umleið mitt undir fremstu ryggfjøður, kanska eitt sindur fremri.
Eyðkenni: Hvítingur hevur lítlan, svartan blett við uggafjaðrafestið. Gotið er frammarlaga, umleið mitt undir fremstu ryggfjøður.
Týdningur: Hvítingur verður rættiliga nógv veiddur.
da: Hvilling, en: Whiting, fr: Merlan, ís: Lýsa, no: Hviting, tý: Wittling