Útbreiðsla: Hýsa er við Novaja Semlja, í Hvítahavinum og við Svalbarð suður í Kattegat og Norðsjógvin til Biskeiavíkina. Undir Føroyum og Íslandi. Frá Nýfundlandi til Cape Hatteras. Hýsa er sjáldsom í Grønlandi.
Hýsa (toskaættin)
Melanogrammus aeglefinus
(Linné, 1758)
Stødd: Hýsa verður upp í umleið 112 cm long.
Dýpi: Hýsa er mest við botnin, men er eisini vanlig uppi í sjónum. Vanliga dýpið er millum 10-300 m, men er eisini fingin niðri á 450 m.
Litur: Hon er dimm um bakið, grá ella blágrøn. Hon er ljós um síðurnar, ofta silvurblonk, og undir búkinum er hon hvít, gráhvít. Hon hevur ein dimman blett á síðunum oman fyri uggafjaðrarnar. Summar hýsur hava smáar, gráar blettir ovarlaga á síðunum.
Teinar: R1 15-16; R2 19-21; R3 19-23; G1 23-24; G2 22-23.
Lýsing: Hýsa hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Fremsta ryggfjøðurin er eitt sindur høg, stutt og spísk. Búkfjaðrarnar eru heldur smalar og sita fremri enn fremsta ryggfjøður. Uggafjaðrarnar sita eins frammarlaga og fremsta ryggfjøður, og tær røkka aftur til mittastu ryggfjøður. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er svørt og er bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur lítlan kjaft, yvirbit og lítla finnu.
Eyðkenni: Tann dimmi bletturin beint oman fyri og aftan fyri uggafjøðurina. Nýveidd gongur ein lættur súrligur roykur at henni.
Týdningur: Hýsa er virðismikil fiskur og verður nógv veidd.
da: Kuller, en: Haddock, fr: Églefin, ís: Ýsa, no: Hyse, tý: Schellfisch
Sí myndir og videoklippher.