Skip to main content

Útbreiðsla: Hon er í køldu høvunum norðanfyri, undir øllum Eysturgrønlandi og um alt havið norðan fyri ryggirnar frá Grønlandi til Skotlands. Úr affinsflógvanum til Nýfundlands. Hon er rættiliga vanlig undir Føroyum.

Íshavsskøta, lógvaskøta (skøtuættin)
Amblyraja hyperborea Collett, 1879

Stødd: Íshavsskøta verður í mesta lagi 85 cm long.

Dýpi: Hon er vanliga úr umleið 250 metrum niður á 1500 metrar, men einstakar eru fingnar djúpari, heilt niður á umleið 2500 metra dýpi.

Litur: Um bakið er hon dimmbrún blágrábrún viðhvørt við bæði ljósum og myrkum blettum. Undir búkinum er hon hvít- ella ljósaflekkut við dimmum, óregluligum blettum. Viðhvørt er meira av dimmum enn av ljósum. Hon er eisini flekkut undir halanum.

Lýsing: Halin er stuttur, um ein triðing av heildarlongdini. Eitt rað av tjúkkum píkum er av nakkanum til ryggfjaðrarnar. Píkarnir í raðnum eru millum 21 og 32 í tali. Annars er hon hvøss um bakið av nógvum smáum píkum. Undir búkinum er hon sløtt. Millum ryggfjaðrarnar er 1 píkur, sjáldan 2 ella eingin. Tranturin er kubbutur, næstan rætthyrntur, og gronin mátað frá eygunum er stutt, minni enn tvær reisir gloppið millum eyguni. Ravarnir framman eru týðiliga innbendir. Hon er oftast bøllut um búkin.

Eyðkenni: Tann stutti halin er gott tekin um íshavsskøtu.

Týdningur: Íshavsskøta verður avreidd, men hevur ikki stóran týdning í fiskiskapinum.

da: Arktisk rokke, en: Arctic skate, fr: Raie arctique, ís: Skjótta skata, no: Isskate, tý: Eisrochen

Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:

  • Skøtuættin (Rajidae)


Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.

Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.

Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.

***

Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.

Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.

Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.

Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.

Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.