Útbreiðsla: Íshavssúgfiskur er í køldum sjógvi frá Labrador til Massachussetts. Úr Eystur- og Vesturgrønlandi til Jan Mayen, Svalbarðs og í Laptevhavið. Hann er undir Íslandi, Føroyum og Noregi. Hann er í Hetlandsrennuni og í Skagerrak.
Íshavssúgfiskur (súgfiskaættin)
Careproctus reinhardti (Krøyer, 1862)
Stødd: Íshavssúgfiskur verður upp í 30 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 100 m niður á 2000 m.
Litur: Hann er gulur ella reyðgulur. Ein feril av bláligum liti er á ryggfjaðrunum og gotfjaðrunum.
Teinar. R 51-62; G 45-51.
Lýsing: Íshavssúgfiskur hevur kubbut skap, hann er tjúkkur framman, klænur aftan, bleytur, minnir um hvalspýggju. Hann hevur eina ryggfjøður av klingruni fram á nakkan, eina gotfjøður av klingruni heilt fram til gotið. Gotið er eitt eygnatvørmát frá súgvikoppinum. Hann hevur stórar uggafjaðrar, ovari partur sum vanligar fjaðrar, niðari meira trevsutur. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar í ein súgvikopp, sum situr undir búkinum og er til støddar sum eygað. Høvdið er stórt, og gronin er avkubbað, eyguni sita næstan fremst á høvdinum, tey eru miðalstór, og framman fyri eyguni eru tveir nasagluggar fram úr høvdinum. Stór slipuop eru á gronini oman fyri yvirkjaftin og á undirkjaftinum. Hann hevur smá táknaop og lítlan stert. Skræðan er tjúkk og tykist glærut.
Eyðkenni: Langa gotfjøðurin og langa ryggfjøðurin. Flata gronin. Tveir nasagluggar.
Týdningur: Íshavssúgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Spidshalet ringbug – Reinhardts ringbug, ís: Hveljusogfiskur, no: Nordlig ringbuk
E.S. Summi súgfiskasløg eru so lík, at ringt er at skilja tey hvørt frá øðrum. Um fiskin, Careproctus reinhardti, siga nøkur vísindafólk, at hann í veruleikanum er C. longipinnis, onnur, at hann er C. micropus. Í hesi bókini er hann so C. reinhardti.