Skip to main content

Útbreiðsla: Hann er úr hellingunum vestan fyri Írland til Íslands. Við Vesturafrika, Madeira og Kanariuoyggjar. Frá Massachussetts til Meksikoflógvan. Á okkara leiðum er hann fingin út av bankunum vestanfyri og við Bankaryggin.

Íslandshávur (reyðhávaættin)
Apristurus laurussonii
(Sæmundsson, 1922)

Stødd: Vanliga longdin á honum er um 65-75 cm, og so langir verða helst eisini teir størstu íslandshávarnir.

Dýpi: Íslandshávur er á dýpum úr 50 m niður á 1500 m.

Litur: Hann er gráligur. Liturin fer eitt sindur í brúnligt ella myrkt reyðgrátt. Rendurnar á støku fjaðrunum eru svartar-blásvartar.

Lýsing: Íslandshávur er smidligur hávur. Hann hevur stuttan bul, langt sporl. Úr tróni í got er styttri enn úr goti í stertaenda.

Sterturin er ikki upprendur, men vísir beint aftur úr rygginum.

Báðar ryggfjaðrarnar eru eins til støddar, smáar og lágar. Tann fremra situr aftan fyri miðjuna á fiskinum, hin aftara røkkur væl aftur um fremra enda á undirstertinum.

Íslandshávur hevur smá táknaop. Tey aftastu sita uppi yvir uggafjaðrunum. Breiddin millum eyguni er um 2/3 av granarlongdini. Eygnaholurnar eru um 1/3 av granarlongdini. Andahol aftanfyri eyguni. Gronin er fløt, og kanturin millum yvir- og undirheys er hvassur av trantinum til undir eyguni, haðani kanturin líðandi rundar aftur til táknaopini. Tenninar eru smáar, eini fimm røð í undirkjaftinum og fimm ella fleiri í yvirkjaftinum. Tað sær út, sum tanngarðurin er snúðraður. Hann er svartur inni í kjaftinum. Strikan er kám.

Eyðkenni: Íslandshávur er langur og klænur fiskur. Fremri endi á fremru ryggfjøðurini er aftan fyri miðjuna á fiskinum. Hann hevur fínar, blásvartar rendur á ómakaðu fjaðrunum, hevur stóra gotfjøður. Hann er eitt sindur bleytur, liðiligur.

en: Iceland catshark, fr: Roussette d’Islande, ís: Gíslaháfur

EygnalokshávarCarcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.