Útbreiðsla: Kaldi úlvfiskur er norðan fyri Ísland og Føroyar og í Hetlandsrennuni, í Landnyrðingsgrønlandi og við Svalbarð. Hann er eisini í arktiska havinum við Sibiria.
Kaldi úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes frigidus Collett, 1878
Stødd: Kaldi úlvfiskur sigst at verða í mesta lagi 69 cm langur, vanliga 40-55 cm.
Dýpi: Hann er fingin á 475 metra dýpi, men vanliga er hann úr 900 metrum niður á 3000 metrar, har hitin er millum 0°C og ÷1,6°C.
Litur: Hann er javnmyrkagráur ella grábrúnur. Hann hevur hvørki blettir ella bond.
Lýsing: Kaldi úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Stertur er eingin. Hann hevur eina gotfjøður, frá gotinum og aftur í sporlsendan, og eina ryggfjøður av sporlsendanum fram á hálva uggafjøðurina. Hann hevur stórar uggafjaðrar, heilt smáar búkfjaðrar, eina striku, sum gongur oman fyri uggafjøðurina, á skák niður til gotfjøðurina og nakað aftur við henni. Av gronini til fremra enda á gotfjøðurini er 43-47% av heildarlongdini. Høvdið er stórt, millum 23 og 27% av heildarlongdini, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 12- 14% av heildarlongdini. Vaksin fiskur hevur roðslu um allan kroppin, frá búkfjaðrafestunum og nakkanum, nakað upp á ryggfjøðurina og niður á gotfjøðurina, men ikki við uggafjaðrarnar.
Eyðkenni: Eina striku. Einlittur.
Týdningur: Kaldi úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Småskællet ålebrosme, ís: Flatmjóri, no: Arktisk ålebrosme