Útbreiðsla: Kámi úlvfiskur er í tí kalda sjónum norðanfyri, í Eysturgrønlandi, á Norðurlandinum og Eysturlandinum í Íslandi, við Jan Mayen, Svalbarð og eystur til Sibiria. Hann er eisini við Kanada suður til Labrador og St. Lawrenceflógvan. Millum Ísland og Føroyar og norður av Føroyabanka. Við Svalbarð er hann fingin í sjógvi, sum er +3°C.
Kámi úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes pallidus Collett, 1879
Stødd: Kámi úlvfiskur verður í mesta lagi umleið 26 cm langur, vanliga 15-20 cm langur.
Dýpi: Í føroyskum sjógvi er hann fingin norður av Føroyabanka á 750-800 m, og norðan fyri Føroyar millum 760-1250 m. Við Sibiria er hann á heilt grunnum vatni, 40 m ella grynri. Vanliga annars úr 60 m niður á 980 m, djúpast sunnast í útbreiðsluøkinum.
Litur: Hann hevur kámar litir, bleikt gulbrúnur um kroppin, hevur 6-8 nakað óreglulig, kám, ljós tvørbond. Gamlir fiskar hava vanliga ikki hesi bond, og teir verða eisini myrkari og javnari í litunum.
Teinar: U 18-20.
Lýsing: Kámi úlvfiskur er lítil, mjávaksin fiskur. Strikurnar eru tvær. Onnur er mitt aftur eftir síðuni og sæst ikki væl. Hin er niðari, frá oman fyri uggafjaðrarnar á skák niðureftir og nakað aftur við gotfjøðurini. Hann hevur eina ryggfjøður, sum gongur frá um hálvari uggafjøðurini og aftur á sporlsendan. Hann hevur stórar uggafjaðrar, ið eru um 11-14% av heildarlongdini. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur á sporlsendan. Stertur er eingin, men ryggog gotfjøður renna saman aftast á sporlsendanum. Búkfjaðrarnar eru smáar, um 2 til 2,5% av heildarlongdini. Av gronini aftur til gotið eru um 41-45%, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 8- 10% av heildarlongdini. Ryggjargeislarnir eru 90-93 í tali. Roðslan kemur fram til uggafjaðrarnar. Hann er roðsluleysur framman fyri ryggfjøðurina og undir búkinum.
Eyðkenni: Kámi liturin. Lítli fiskurin. Hann hevur tvær strikur.
Týdningur: Kámi úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Bleg ålebrosme, en: Pale eelpout, fr (Can.): Lycode pâle, ís: Følvi mjóri, no: Blek ålebrosme