Útbreiðsla: Undir Føroyum fáast onkrir einstakir kikarafiskar ymsastaðni út av landgrunninum og bankunum vestanfyri og sunnanfyri. Hann er undir Íslandi og Føroyum til Marokko, í vestara parti av Miðjarðarhavinum og úti til havs á Miðatlantsrygginum, á bankum, tindum og grynnum har. Frá Cape Cod til Florida. Á sunnaru hálvu er hann við Nýsæland, Avstralia og Suðurafrika.
Kikarafiskur (glómuættin)
Epigonus telescopus (Risso, 1810)
Stødd: Kikarafiskur verður upp í umleið 75 cm langur, vanlig longd undir Føroyum er 25-40 cm.
Dýpi: Hann er úr 75 m niður á 1200 metrar, helst eisini djúpari. Ungir fiskar eru uppsjóvarfiskar, gamlir eru bæði uppi í sjónum og niðri við botnin.
Litur: Hann er brún-viólbláur, skyggjandi í ælabogalitum, tá hann er livandi. Trolveiddur fiskur hevur oftast mist roðsluna, og er hann tá óblankur, svart-brúnur um allan kroppin.
Teinar: R1 VI; R2 I + 9-11 (10); G II + 9; U 19-23.
Lýsing: Kropsskapið er eitt sindur køggut. Hann er umleið eins breiður og høgur. Hann hevur tvær rættiliga smáar, høgar og ólíkar ryggfjaðrar, fremra framman fyri miðjan fiskin, og aftara aftanfyri. Hann hevur eina gotfjøður á stødd umleið sum aftara ryggfjøður. Sterturin er nógv sýldur. Hann hevur stóra, leysa roðslu. Høvdið er lutfalsliga stórt. Eyguni eru sera stór, og eygnatvørmátið er nærum helvtina av høvdinum. Gronin er stutt.
Eyðkenni: Kikarafiskur minnir í skapi um gulllaks. Liturin. Tvær ólíkar ryggfjaðrar og tey stóru eyguni.
Týdningur: Aðrastaðni verður nakað veitt av kikarafiski.
da: Kikkertfisk, en: Bigeye – Bulls-eye, fr: Sonneur commun, ís: Glyrnir, no: Teleskopfisk