Skip to main content

Útbreiðsla: Frá Norðurnoregi til Suðurafrika. Í Skagerrak, undir Íslandi og Føroyum. Í Miðjarðarhavinum. Á bankum og tindum úti í Atlantshavinum. Í Vesturgrønlandi. Frá Grand Banka til Meksikoflógvan og Brasil. Undir Føroyum er hann á landgrunninum og serliga á bankum og ryggjum sunnanfyri og vestanfyri.

Kjaftsvarti kongafiskur (kongafiskaættin)
Helicolenus dactylopterus
dactylopterus
(Delaroche, 1809)

Stødd: Kjaftsvarti kongafiskur verður í mesta lagi 57 cm langur. Vanliga er hann millum 20 og 35 cm.

Dýpi: Hann er úr 50 m og niður á 1100 m dýpi.

Litur: Hann er reydligur um bakið og ljósari um síðurnar. Oftast hevur hann eini 4-5 óreglulig, myrk bond niður frá bakinum. Hann hevur myrkan blett á kápuni. Gómin er eyðkendur, heilt myrka blávióllittur. Undir búkinum er hann ljósur og einlittur.

Teinar: R XII + 12-13; G II + 5.

Lýsing: Skapið er mest sum á kongafiski. Kjaftarnir eru javnir. Hann hevur eina ryggfjøður, hon er lægst á miðjuni millum harða og bleyta partin. Hann hevur stórar uggafjaðrar, og endarnir á teinunum í niðaru helvt á fjaðrunum stinga útúr. Gotfjøðurin er lægst framman. Búkfjaðrarnar eru umleið eins stórar og gotfjøðurin. Sterturin er rættiliga langur og mest sum beinur aftan.

Á høvdinum hevur hann fleiri píkar enn kongafiskur, framman fyri eyguni, ovast og aftast á kápuni, umframt at píkarnir á kápubeinunum vísa aftureftir. Strikan gongur rættiliga beint úr stertinum upp á nakkan.

Eyðkenni: Kongafiskalíki. Eyðkendur er tann djúpblásvarti bletturin í gómanum. Beru teinarnir í uggafjaðrunum.

Týdningur: Kjaftsvarti kongafiskurin verður ikki avreiddur í Føroyum, men aðrastaðni verður nakað avreitt.

da: Blåkæft, en: Bluemouth, fr: Sébaste chèvre, ís: Svartgóma, no: Blåkjæft, tý: Blaumaul