Útbreiðsla: Undir Føroyum fæst hann um allan landgrunnin í smáum nøgdum. Hann er eisini vanligur á Føroyabanka. Hann er undir Íslandi til Norðurnoregs, í Eystarasalti til Bornholms og Blekinge. Í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar suður til Marokko, Madeira, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.
Knurrhani (knurrhanaættin)
Chelidonichthys gurnardus
(Linné, 1758)
Stødd: Knurrhani verður upp í 60 cm langur, tó vanliga ikki longri enn 30-45 cm.
Dýpi: Hann er vanliga úr 10 metra dýpi niður á 150 metra dýpi. Undir Føroyum er knurrhani tó eisini fingin á minst 400 metra dýpi.
Litur: Hann er grábrúnur við reydligum undirliti, onkuntíð við grønligum, gyltum farra. Eisini hava summir meira reydligan, reyðgulan lit. Rómalittur um síðurnar, og silvurlittur undir búkinum. Ljósir blettir sløðast her og har á bakinum og síðunum. Hann hevur ljósa striku. Blettir og strikur eru á fjaðrunum.
Teinar: R1 VI-IX; R2 18-19; G 17-19; Ry 37-39.
Lýsing: Knurrhani hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er tríhyrnt, stutt og høg. Tann aftara er long og lág. Hann hevur eina langa gotfjøður, stórar búkfjaðrar og stórar uggafjaðrar. Uggafjaðrarnar røkka ikki, ella kanska akkurát, til fremra enda á gotfjøðurini. Sterturin er nakað sýldur, og ovara stertablað er longri enn niðara. Niðastu tríggir teinarnir á uggafjaðrunum eru leysir av fjøðurini og síggja út sum bein. Nýveiddur gevur hann ofta eitt ‘knurrandi’ ljóð frá sær. Ógvuliga hvassur og harður er hann at strúka eftir og stívur at merkja. Hann hevur beinknútur og píkar á kápuni, langa og flata gron. Eftir strikuni er roðslan stór og hvøss.
Eyðkenni: Tey trý ‘beinini’ á uggafjaðrunum. Harða, beinuta skræðan. Uggafjaðralongdin.
Týdningur: Knurrhani er góður matfiskur og verður seldur á marknaðunum. Hevur ikki havt vinnuligan týdning í Føroyum, tí nøgdirnar eru smáar.
da: Grå knurhane, en: Grey gurnard, fr: Grondin gris, ís: Urrari, no: Knurr, tý: Grauer Knurhahn