Útbreiðsla: Kombikkið er í Svartahavinum, Miðjarðarhavinum og fram við Evropa til Bretsku Oyggjarnar, í Eystarasalti, í Noregi, eystur móti Novaja Semlja. Í Føroyum, Íslandi og Suðurgrønlandi. Frá Labrador til New York. Tað er í Kyrrahavinum úr Beringssundi til Korea og Montereyvíkina í Kalifornia.
Kombikk, horngeil, hvasssíl (kombikkættin)
Gasterosteus aculeatus Linné, 1758
Stødd: Mesta longd er 11 cm, tó í Føroyum neyvan longri enn 8 cm.
Dýpi: Kombikk er í støðuhyljum í fjøruni, í vøtnum, firðum, pollum, ósum og niðast í áum, men ikki í áarstreymi. Tað er eisini í sjónum, fram við landi og langt til havs, har tað helst er ovarlaga í sjónum. Kombikk er fingið á 27 metra dýpi.
Litur: Kombikk er úr silvurgrønum til næstan svart á bakinum, silvurlitt um síðurnar og hvítt undir búkinum. Til havs er liturin líkur sild, tó eitt sindur kámari. Í gýtingini, sum byrjar í apríl og heldur á út á summarið, eru siljafiskarnir reyðir undir høvdinum og um búkin. Rognafiskarnir verða myrkabrúnir um bakið og gulligir um búkin.
Teinar: R II+11 (10-14); G I+9 (8-10); U 9.
Lýsing: Kombikk er lítil og bulmikil fiskur. Tað hevur eina ryggfjøður á sporlinum. Framman fyri ryggfjøðurina eru tríggir hvassir beinpíkar, tveir stórir fremstir og ein minni, ið er beint framman fyri fjøðurina. Undir búkinum, undir aftaru endum á uggafjaðrunum, eru tveir píkar, ein hvørjumegin miðjuna. Hetta eru búkfjaðrarnar, sum eru vorðnar til píkar. Ein píkur er framman fyri gotfjøðurina. Gotfjøðurin er minni enn ryggfjøðurin. Uggafjaðrarnar eru rættiliga stórar. Høvdið er stórt, um 24% av heildarlongdini. Kjafturin er lítil, upprendur. Kombikk hevur undirbit. Sera klæna klingru. Kombikk gýtir í feskum vatni. Nøkur teirra eru alt lívið í feskum vatni. Onnur eru lutvíst í sjónum.
Eyðkenni: Fiskastøddin. Píkarnir og bulmikla skapið.
Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Trepigget hundestejle, en: Threespined stickleback, fr: Trois épines, ís: Hornsíli, no: Trepigget stingsild, tý: Dreistacheliger Stichling