Útbreiðsla: Kongasúgfiskur er í køldu høvunum norðanfyri. Hann er úr Baffinsflógvanum til Laptevhavið, norðan fyri Føroyar og í Hetlandsrennuni.
Kongasúgfiskur (súgfiskaættin)
Rhodichthys regina Collett, 1879
Stødd: Kongasúgfiskur verður upp í 31 cm langur.
Dýpi: Hann er botnfiskur, fingin á bleytum botni, úr 1400 m niður á meira enn 2000 m.
Litur: Hann er ljósareyður, ljósviólbláur. Vaksnir fiskar eru hálvgjøgnumskygdir. Royggið er svart.
Lýsing: Kongasúgfiskur er bleytur at føla, hávaksin og tunnur fiskur. Hann hevur stórt høvd, umleið 22-26% av standardlongdini. Kjafturin kemur aftur um eygað. Hægstur er hann um uggafjaðrarnar, mjækkar aftureftir til klingruna, sum endar í einum lítlum sterti. Hann hevur eina langa ryggfjøður, fremst er hon lág, hægst um miðjan fiskin, lækkar so allan vegin út á stertin. Sama er við gotfjøðurini, nakað høg framman. U ggafjaðrarnar eru tvídeildar. Ovari partur er sum vanligar uggafjaðrar, rættiliga stórar, rundar aftan. Niðari partur situr undir øsinum og er bert ein langur, klænur tráður, sum úti á miðjuni fer í tvey ella trý, longdin er umleið aftur á hálvan fiskin. Gotið er fram ímóti øsinum. Hann hevur stór táknaop av súgfiski at vera, tey koma næstan allan vegin niður.
Eyðkenni: Bleyti fiskurin. Liturin og gjøgnumskygnið. Høgur og tunnvaksin. Longu, niðaru uggafjaðrarnar.
Týdningur: Kongasúgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Rød dybhavsringbug, en: Threadfin seasnail, fr: Limace de mer à filaments, ís: Rósafiskur, no: Kongeringbuk