Útbreiðsla: Tað er norðan fyri og eystan fyri Føroyar, út av landgrunninum. Við Svalbarð, í syðra parti av Barentshavinum til Novaja Semlja, suður til Skagerrak, Orknoyggjar og Írlands. Tað er undir Íslandi, í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi, úr Davisfirði suður til Cape Cod.
Krøkilskrutt (ulkuættin)
Artediellus atlanticus
Jordan & Evermann, 1898
Stødd: Krøkilskrutt verður í mesta lagi 15 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 30 metrum niður á 900 metra dýpi. Tað er djúpast suðuri á leiðunum. Undir Føroyum heldur krøkilskruttið til í kalda sjónum úr Norðurhavinum úr knøppum 300 metrum niður á góðar 500 metra dýpi.
Litur: Ymsir ljósir ella dimmgráir litir eru við fleiri dimmum, óregluligum tvørbondum ella blettum. Allar fjaðrarnar hava dimm bond tvørtur um teinarnar, úr 2 upp í 5-6.
Teinar: R1 VII -IX; R2 12-15; G 10-13; U 18-23.
Lýsing: Krøkilskrutt er nakað bulmikil fiskur, klænur um klingruna. Tað hevur tvær mestsum áfastar ryggfjaðrar, fremri partur er harður, aftari bleytur. Tað hevur eina gotfjøður. Uggafjaðrarnar eru stórar og røkka aftur til fremra enda á gotfjøðurini. Búkfjaðrarnar eru smáar og smalar, sita heilt frammi undir øsinum. Tað hevur stóran stert. Strikan er týðilig og hevur um 17- 24 slipupoknur. Skræðan er sløtt. Høvdið er nakað flatt omaná. Kjafturin er miðalstórur við smáum tonnum. Á gronini og á skallanum eru nakrir heilt smáir naddar. Á kápuni eru tveir smáir píkar hvørjumegin. Tann ovari er hvassur, vísir uppeftir og er bogin, krókutur.
Eyðkenni: Lítli, flekkuti fiskurin, við krókinum á kápuni.
Týdningur: Krøkilskrutt hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Atlantisk halvulk, en: Hookhorn sculpin, ís: Krækill, no: Krokulke