Útbreiðsla: Krystallstubbi er frá griksku strondini gjøgnum Miðjarðarhavið, norður við strondunum í Evropa til Tromsø og Kattegat og runt Bretsku Oyggjarnar. Hann er sjáldsamur í Føroyum, men er fingin á Kollafirði og á Føroyabanka.
Krystallstubbi (stubbafiskaættin)
Crystallogobius linearis (Düben, 1845)
Stødd: Rognafiskar verða upp í 4 cm og siljafiskar 5 cm.
Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á 400 metrar. Eisini nakað uppi í sjónum í torvum.
Litur: Hann er glærur, er litleysur og kroppurin er næstan krystallklárur, tó einstakir svartir smáblettir eru her og har. Tá fiskurin er deyður, hvítnar hann. Á livandi krystallstubba sæst innvølurin, og hjartað sæst sláa. Ryggjargeislarnir hómast eisini kámt.
Teinar: R1 siljafiskar II-II; R1 rognafiskar 0 ella kryplaðar; R2 I + 18-20; G I + 20- 21.
Lýsing: Kroppurin er langur, samankroystur um síðurnar og er roðsluleysur. Hann hevur tvær ryggfjaðrar og eina gotfjøður. Gotfjøðurin og aftara ryggfjøður eru serliga langar, sterturin er breiður og eitt sindur innbogin. Kynini bæði eru nakað ymisk. Fremra ryggfjøður á siljafiskunum er væl vaksin og hevur tveir teinar. Búkfjaðrarnar eru samanvaksnar, ein skræðulepi er millum fjaðrarnar frammantil. Á rognafiskunum eru hesar fjaðrar kryplaðar. Rognafiskar eru tannleysir. Siljafiskar hava eitt rað av tonnum, og í gýting fáa teir tvær tøkutenn fremst í undirkjaftinum.
Eyðkenni: Krystallklári fiskurin, støddin og ryggfjaðrarnar.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Krystalkutling, en: Crystal goby, no: Krystallkutling, tý: Kristallgrundel