Skip to main content

Útbreiðsla: Kryttlingur er undir Føroyum. Annars við Svalbarð, úr Barentshavinum til Norðsjógvin. Hann er undir Hetlandi, Íslandi, Eysturgrønlandi, báðumegin í Davisfirði, í Baffinsflógvanum og frá Labrador til New Jersey.

Kryttlingur (huldukruttaættin)
Cottunculus microps Collett, 1875

Stødd: Kryttlingur verður upp í einar 30 cm langur (kvennfiskur), vanliga um 20 cm. Kallfiskar eru minni enn kvennfiskar.

Dýpi: Kryttlingur er á bleytum botni, úr 170 niður á 1000 m.

Litur: Hann hevur káman, gráan lit við 4, onkuntíð 3 brúnligum, ójøvnum bondum tvørtur um bulin, síðurnar, høvdið og klingruna. Í gráa litinum er ein farri av ljósareyðum.

Teinar: R 6-9 + 13-15; G 9-11; U 15-19.

Lýsing: Kryttlingur hevur ulkuskapilsi, stórt høvd, tjúkkur um nakkan og fremst á bulinum, mjáur aftan. Høvdið er breitt, vanliga breiðari enn langt. Sæð úr erva er høvdið runt framman.

Hann hevur eina ryggfjøður, hon er lág framman, hægri aftan. Á stórum fiskum er mest sum bert ein skræðulepi framman. Allir teinarnir eru bleytir. Búkfjaðrarnar eru mest sum bara tvær slintrur, ið sita nær saman, frammarlaga, mitt undir øsinum. Hann hevur stórar uggafjaðrar. Gotfjøðurin er nakað minni enn aftari partur av ryggfjøðurini. Sterturin er ljósur við dimmum blettum. Hann hevur lutfalsliga lítlan kjaft og smáar tenn. Eyguni eru smá.

Tveir naddar eru oman fyri og inn frá eygunum, og tveir eru uppi á nakkanum. Strikan er sett við 13-15 poknum. Skræðan kennist sum fínt sandpappír. Kallfiskar hava stóra sinu, hon er 7-10% av standardlongdini.

Eyðkenni: Kámi, grái liturin. Dýpið. Flestu ulkufiskar hava tvær ryggfjaðrar, men kryttlingur hevur bert eina. Naddarnir á høvdinum. Høvuðskapið.

Týdningur: Kryttlingur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Almindelig paddeulk, en: Polar sculpin, fr: Cotte polaire, ís: Marhnýtill, no: Paddeulke