Skip to main content

Útbreiðsla: Lálla er vanlig undir Føroyum. Hon er á landgrunninum og út av bankunum. Hon er undir Suðurgrønlandi og Íslandi. Frá Murmansk fram við Noregi inn í Kattegat og donsku sundini. Runt Bretsku Oyggjarnar til Biskeia. Hon er undir Norðuramerika frá Baffinslandi og Labrador til Cape Cod.

Lálla (flundruættin)
Glyptocephalus cynoglossus
(Linné, 1758)

Stødd: Lálla verður upp í 60 cm long, men vanliga um 30-45 cm.

Dýpi: Lálla er úr 25 metrum á firðum og sundum niður á 1500 metra dýpi til havs.

Litur: Hon er ljósbrúngrá á eygnasíðuni. Uggafjøðurin er svørt á ytru helvt og hevur ofta smala, hvíta rond uttast á endanum. Blindumegin hevur lállan ein grómutan, ljósan lit, og uggafjøðurin hevur sama lit. Allir litirnir eru eitt sindur kámir, uttan teir svart/hvítu á høgru uggafjøður. Hon hevur ofta smáar, veikar, døkkar blettir um bak og fjaðrar. Hon er eitt sindur glær, so at tað næstan sæst ígjøgnum hana.

Lýsing: Lálla er høgravendur flatfiskur. Strikan er næstan bein. Kjaftklovin kemur inn undir høgra eyga. Hon hevur lítlan kjaft. Eitt sindur hvøss er hon at føla eftir bakinum. Breiddin á kroppinum er minni enn helvtina av standardlongdini. Ryggfjøðurin er av nakkanum aftur í klingruna, gotfjøðurin er frá gotinum aftur í klingruna. Hon hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, pík við gotið.

Eyðkenni: Einasti flatfiskur við littari uggafjøður. Rættiliga ‘flatur’ flatfiskur. Tann beina strikan. Lítli kjafturin.

Týdningur: Lálla fæst bert í smáum nøgdum undir Føroyum, men hon hevur prís á fiskamarknaðum.

da: Skærising, en: Witch, fr: Plie cynoglosse, ís: Langlúra, no: Smørflundre, tý: Zungenbutt