Útbreiðsla: Ein langfjaðraður tunfiskur svam seg upp á Leynasand í 1966. Hann var 72 cm langur. Hann er vanligur á víðum havi í Atlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum millum 40°N og 40°S. Hann sløðist eisini bæði norðan fyri og sunnan fyri hesar leiðir.
Langfjaðraði tunfiskur (makrelættin)
Thunnus alalunga (Bonnaterre, 1788)
Stødd: Langfjaðraði tunfiskur verður upp í 127 cm, møguliga 140 cm langur, men er sjáldan longri enn 100 cm.
Dýpi: Hann er vanliga ovarlaga í sjónum, men hann er eisini fingin niðri á 600 metra dýpi.
Litur: Bronsubrúnur um bakið við bláligum farra um síðurnar. Undir búkinum er hann nakað stríputur, blankur-gulbrúnligur. Gotfjøður og aftara ryggfjøður eru nakað gulligar, smáfjaðrarnar eru dimmar.
Teinar: R1 XI-XVI; R2 12-16; G 11-16; Smáfj. R 7-10; Smáfj. G 7-10.
Lýsing: Langfjaðraði tunfiskur er spískur í báðum endum, tjúkkur um miðjuna. Tvørskurðurin er næstan rundur. Frá stertinum og fram móti ávikavist aftaru ryggfjøður og gotfjøðurini eru einar 7-8 smáfjaðrar. Hann hevur tvær ryggfjaðrar og eina gotfjøður, allar eru tær høgar og spískar. Fremra ryggfjøður hevur harðar teinar og gongur niður í einki beint framman fyri ta aftaru. Aftara hevur høgar teinar. Búkfjaðrarnar eru umleið eins langar sum gotfjøðurin. Uggafjaðrarnar eru serliga langar og smalar, og ein foyra er á síðunum á fiskinum, har fjøðurin kann leggjast inní. Uggafjaðrarnar røkka eitt sindur ójavnt frá einum fiski til annan, aftur til gotfjøðurina, ella longri aftur. Hann hevur smidligan stert, innbogin aftan, og sirini (stertafjaðrarnar) eru long og fín. ‘Kjølur’ er hvørjumegin á klingruni.
Eyðkenni: Smáfjaðrarnar á sporlinum. Tær serliga longu uggafjaðrarnar.
Týdningur: Fyri føroyingar hevur hesin fiskur ikki havt vinnuligan týdning, men hann verður nógv veiddur aðrastaðni.
da: Langfinnet tun, en: Longfin tuna, fr: Thon blanc – Germon, ís: Hvíti túnur, no: Albakor, tý: Weisser Thun