Útbreiðsla. Langitrantur er í hellingunum vestur av evropeiska meginlandsstøðinum. Undir Føroyum og Íslandi til Suðurafrika, í Indiahavinum og við Suðuravstralia. Hann er rættiliga vanligur hávur sunnan fyri og vestan fyri Føroyar.
Langitrantur (svøvnhávaættin)
Centroscymnus crepidater
(Bocage & Capello, 1864)
Stødd: Langitrantur verður upp í 90 cm langur, undir Føroyum tó neyvan størri enn 70 cm.
Dýpi: Hann er úr 200 m niður á í minsta lagi 1000 m.
Litur: Langitrantur er heilt dimmbrúnur um kropp og fjaðrar. Nýveiddur skyggir hann í gyltum liti, tá hann verður hildin upp móti ljósinum. Royggið er hvítt.
Lýsing: Langitrantur er langur og smidligur í skapi. Hann hevur tvær ryggfjaðrar við lítlum, neyvan sjónligum píki frammanfyri. Fremra ryggfjøður er styttri um rótina enn aftara. Fremri píkur er størri enn aftari. Uggafjøðurin røkkur ikki aftur undir fremra píkin. Aftari píkur situr uppi yvir búkfjøðurini. Táknaopini, ið eru smá, ganga beint móti uggafjøðurini, og tey eru næstan eins høg og eyguni eru høg. Hann hevur andahol aftan fyri og eitt vet ovari enn eygað. Hann er líka langur úr tróni í kjaft sum úr kjaftinum til tað fremsta á uggafjaðrunum. Langitrantur er grásvartur inni í kjaftinum, og fram í góman er eitt op. Tenninar í yvirkjaftinum eru smáar, og í undirkjaftinum eru sagtenn. Hann hevur flata, langa og breiða gron. Eygnaholan er um helvt so long sum gronin. Hann hevur striku.
Eyðkenni: Langitrantur hevur langa gron. Dimmi liturin og hvíta royggið. Fremri píkur er størri. Hann hevur andahol.
Týdningur: Langitrantur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Langsnudet fløjlshaj, en: Longnose velvet dogfish, fr: Pailona à long nez, ís: þorsteinsháfur, no: Bunnhå
SkrubbhávarSqualiformes
Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.
Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:
- Hávaættin (Squalidae)
- Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
- Ljóshávaættin (Etmopteridae)
- Svøvnhávaættin (Somniosidae)
- Hornhávaættin (Oxynotidae)
- Brandhávaættin (Dalatidae)
Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.
Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.