Útbreiðsla: Liri er í Grønlandi til Barentshavið, undir Íslandi, Føroyum, við Hetland og Noreg. Vestanfyri er hann úr Baffinsflógva til Massachussetts.
Liri (steinbítaættin)
Anarhichas minor Olafsen, 1772
Stødd: Liri verður upp í 180 cm langur, men er vanliga ikki longur enn 120 cm.
Dýpi: Hann er úr umleið 25 metra dýpi niður á 600 metra dýpi.
Litur: Hann er gulgráur-tanggrønur við nógvum, heldur stórligum, gulbrúnum, myrkum- svørtum blettum á høvdi, baki og síðum, ljósari undir búkinum. Afturrondin á stertinum er ljós.
Lýsing: Liri er nakað mjávaksin fiskur, hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Hann hevur heldur lítlan stert, stórar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar.
Høvdið er lítið og rundleitt, tykist nakað kubbut, við stuttari og rundari gron. Hann hevur stórar, framstandandi og avrundaðar, sterkar tenn. Hann bítur ógvuliga fast. Hann hevur smá eygu, ið sita rættiliga tætt saman, ovarlaga á høvdinum.
Eyðkenni: Liri kennist frá øðrum steinbítasløgum serliga á tí blettutu skræðuni. Høvdið er lutfalsliga størri enn á steinbíti.
Týdningur: Liri verður avreiddur, men nøgdirnar eru ikki stórar.
da: Plettet havkat, en: Spotted catfish, fr: Loup tacheté, ís: Hlýri, no: Flekksteinbit, tý: Gefleckter Katfisch