Útbreiðsla: Lítlabrosma er frá Útnyrðingsafrika og í vestara parti av Miðjarðarhavinum til Norðurnoregs. Kring Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi og er eisini langt úti til havs á tindum og bankum.
Lítlabrosma (hornabrosmuættin)
Phycis blennoides (Brünnich, 1768)
Stødd: Lítlabrosma verður sjáldan longri enn 100 cm, vanliga 30 til 70 cm.
Dýpi: Hon er botnfiskur úr 50 m niður á 900 m.
Litur: Hon er reyðgrá um bakið, ljósari niðari. Búkfjaðrarnar eru reydligar. Sterturin, gotfjøðurin og ryggfjaðrarnar hava dimma rond. Kjafturin er svartbláur og táknaholurnar svartar. Á trolveiddum fiski eru hesir litir oftast sjávaðir burtur, og hon er gráhvít at síggja.
Teinar: R1 8-12; R2 56-64; G 50-56.
Lýsing: Búkfjaðrarnar á lítlubrosmu eru serliga langar og klænar. Tær eru kloyvdar í ytru helvt og røkka umleið aftur til gotfjøðurina. Hon hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil og tríkantað, fremsti teinur er hægstur. Aftara ryggfjøður er long, frá umleið yvir hálvari uggafjøður aftur til stertin. Gotfjøðurin hevur umleið sama skap sum aftara ryggfjøður, men hon er lægri og er umleið 25% styttri. Lítlabrosma hevur lítlan stert, ið er rundaður aftan. Av trantinum til eygað er umleið líka langt sum eygnatvørmátið. Strikan er nógv bogin uppá yvir uggafjøðurini. Hon hevur finnu á lippuni. Hon hevur stóra og leysa roðslu.
Eyðkenni: Tær serliga longu, tvídeildu búkfjaðrarnar. Trolveidd líkist hon morafiski, men kennist alt fyri eitt frá honum á tí, at lítlabrosma hevur bert eina gotfjøður. Morafiskur hevur tvær, og at morafiskur hevur stuttar búkfjaðrar.
Týdningur: Lítlabrosma fæst bert í smáum nøgdum á okkara leiðum og hevur tí ikki havt vinnuligan týdning, men hon er at síggja á fiskamarknaðum við Miðjarðarhavið og er góður matfiskur.
da: Skælbrosme, en: Forkbeard, fr: Phycis de fond, ís: Litla brosma, no: Skjellbrosme, tý: Gabeldorsch