Útbreiðsla: Í Atlantshavinum er lítli prikkafiskur millum 80°N - 10°N, frá Svalbarði til Guinea í Afrika. Í Miðjarðarhavinum er hann. Vestanfyri er hann frá Hudsonflógva til Kuba.
Lítli prikkafiskur (prikkafiskaættin)
Benthosema glaciale (Reinhardt, 1837)
Stødd: Hann verður upp í umleið 10 cm langur.
Dýpi: Lítli prikkafiskur er úr vatnskorpuni niður á 1500 metrar ella djúpari. Hann er djúpt í dagslýsi, ovarlaga í myrkri.
Litur: Hann er svartur, svartgrómutur til myrkt brúnligur. Á síðunum og undir búkinum er ein feril av perlumóðurskini.
Teinar: R 13-14; G 17-19; U 10-11. Táknatindar: 5(6)+1+12(11-13), til samans 18(17-20).
Lýsing: Lítli prikkafiskur hevur eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður. Gotfjaðrarfestið er munandi longri enn ryggfjaðrarfestið. Hann hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Uggafjaðrarnar eru longri enn búkfjaðrarnar, men koma ikki aftur undir ryggfjøðurina. Fremri endi á gotfjøðurfestinum er mitt undir ryggfjøðurini. Eygnatvørmátið er meira enn 30% av høvuðlongdini. Ljósgøgn eru undir búkinum og undir kjaftinum, umleið 27. Eini 7 ljósgøgn eru eftir síðunum og eitt ljósgagn er við stertin.
Eyðkenni: Lítli prikkafiskur hevur eittans ljósgagn niðarlaga á klingruni. Flestu aðrir hava tvey. Bara eitt ljósgagn á klingruni beint undir strikuni. Uggafjaðralongdin.
Týdningur: Lítli prikkafiskur hevur ikki havt vinnuligan týdning. Hann fæst sum hjáveiða, m.a. í flótitroli á djúpum vatni.
da: Isprikfisk, en: Glacier lanternfish, fr: Lanterne glaciere, ís: Íslaxsild, no: Nordlig Prikkfisk, tý: Laternenfisch
PrikkafiskarMyctophiformes
Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum.
Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:
- Prikkafiskaættin (Myctophidae)
Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti.
Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu.
Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum. Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar.