Útbreiðsla: Lítli tussafiskur er sjáldsamur fiskur. Nakrir fáir eru fingnir sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Hann er annars í øllum høvum, undir Íslandi til Asoroyggjarnar og Suðurafrika. Í Nýfundlandi til Drakessundið. Hann er eisini í Kyrrahavinum.
Lítli tussafiskur (tussafiskaættin)
Cryptopsaras couesii Gill, 1883
Stødd: Kvennfiskar verða upp í 45 cm langir, kallfiskar upp í 7,5 cm. Kallfiskar síggjast viðhvørt hanga undir búkinum á kvennfiskunum, har teir eru grónir fastir, og teir eru tá støðugir sáðbankar og sníkar.
Dýpi: Lítli tussafiskur er botnfiskur og uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 2090 metra dýpi.
Litur: Hann er svartur um allan kroppin.
Lýsing: Lítli tussafiskur er samanstúvaður fiskur. Uggafjaðrarnar eru mitt á síðunum á fiskinum, og hvør teirra hevur eini 15 fín bust-hár til fjaðrar. Hann hevur eina ryggfjøður við 4 stórum teinum á sporlinum og eina gotfjøður beint undir ryggfjøðurini. Tær eru nakað líkar, tó gotfjøðurin er nakað minni. Hann hevur tríggjar vørtulíkar vøkstir beint framman fyri ryggfjøðurina. Klingran er heldur førlig. Sterturin hevur 8 teinar, fýra teir mittastu greina seg í tvey í endunum. Á nakkanum millum eyguni er ein long, kløn stong við einum skræðulepa á endanum. Hann hevur stórt høvd, stóran, upprendan kjaft, heilt smá eygu aftarlaga á høvdinum.
Eyðkenni: Litur og útsjónd. Tríggjar „boppur“ á bakinum. Upprendi kjafturin. Bert einans stongin . Longdin úr gronini til uggafjaðrarnar er um 48% av standardlongdini.
Týdningur: Lítli tussafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Trevortet storangler, en: Lesser deepsea angler, fr: Petit pêcheur abyssal, ís: Surtur, no; Liten sjødjevel