Útbreiðsla: Longa er bæði á landgrunninum og við bankarnar vestanfyri. Annars úr vestara parti av Barentshavinum, undir Íslandi, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat til norðara arm á Biskeiavíkini. Hon er sjáldsom í Miðjarðarhavinum, í Grønlandi og Norðuramerika.
Longa (toskaættin)
Molva molva (Linné, 1758)
Stødd: Longa verður upp í 200 cm long.
Dýpi: Hon er botnfiskur. Smáar longur eru mest á grunnum vatni, um 30 m. Tær stóru eru niður á 600 m.
Litur: Longa er oftast ljósagrá um bakið við farra av brúnligum undirliti. Um síðurnar er hon heldur ljósari, oftast við óregluligum, ljósabláum strikum og blettum. Undir búkinum er hon ljós, hvítgrá. Vanliga er dimmur blettur aftast á ryggfjaðrunum og gotfjøðurini. Sterturin, ryggfjaðrarnar og gotfjøðurin hava dimma rond, sjálvur fjaðrajaðarin er hvítur.
Teinar: R1 14-15; R2 61-68; G 58-64.
Lýsing: Longan er langur, mjáur fiskur. Gotfjøðurin er frá gotinum aftur á klingruna. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, fremra stutt, aftara er long. Uggafjaðrarnar røkka aftur undir miðjuna á fremru ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru niðarlaga fremst undir búkinum. Tær eru smalar og umleið somu longd sum uggafjaðrarnar. Sterturin er rundaður. Hvíta strikan er bein. Høvdið er langt og smalt. Hon hevur stóran kjaft við stórum, hvøssum tonnum, lítið yvirbit. Finnan er longri enn eygnatvørmátið.
Eyðkenni: Rendurnar á stóru fjaðrunum og stertinum. Langi, mjái fiskurin. Lítla yvirbitið.
Týdningur: Longa er virðismikil fiskur og verður nógv veidd.
da: Lange, en: Ling, fr: Lingue, ís: Langa, no: Lange, tý: Leng