Útbreiðsla: Undir Føroyum er longubróðir fingin bæði inni á firðum og úti á landgrunninum. Hann er annars frá norðara parti av Bretsku Oyggjunum, í donskum sjógvi og vestara Eystarasalti. Til Svalbarðs og Novaja Semlja, Jan Mayen, Íslands og Grønlands. Í Vesturatlantshavinum er hann frá Baffinslandi og Labrador til Massachussetts.
Longubróðir (fjaðragrúkaættin)
Lumpenus lampretaeformis (Walbaum, 1792)
Stødd: Longubróðir verður upp ímóti 50 cm langur, tó sjáldan longri enn 30-35 cm.
Dýpi: Hann er úr 10 m niður á 200 m, vanligast úr 40 m niður á 100 m.
Litur: Longubróðir er ljósgulbrúnur, kanska viðhvørt grønligur, síðurnar eru brúnblettutar, mynstrutar við bláligum farra.
Lýsing: Longubróðir er langur og klænur fiskur. Kroppurin er umleið 15 ferðir longri, enn hann er høgur. Hann hevur eina ryggfjøður eftir øllum bakinum, tó væl skild frá stertinum. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Hann hevur stórar uggafjaðrar og smáar og smalar búkfjaðrar. Sterturin smalkar út í ein spíss aftureftir.
Eyðkenni: Langi kroppurin. Liturin. Er munin klænri enn tarabrosma, og fæst ikki inni í fjøruni.
Týdningur: Longubróðir hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Spidshalet langebarn, en: Serpent blenny, ís: Stóri mjóni, no: Stort langebarn, tý: Bandfisch