Skip to main content

Útbreiðsla: Lýrur er frá Biskeiavíkini norður í Norðsjógvin, Kattegat og Skagerrak. Hann er við Bretsku Oyggjarnar, við Noreg norður til Finnmørkina. Hann fæst onkuntíð undir Føroyum. Sløðist til Íslands.

Lýrur, hvítseiður, lini (toskaættin)
Pollachius pollachius personal shopper business plan citation in research paper consulting business plan sample(Linné, 1758)

Stødd: Lýrur verður í mesta lagi 130 cm langur. Í veiðuni vanliga millum 30 og 90 cm. Hann er sum upsi, smáur inni við land og størri útiá.

Dýpi: Hann er bæði uppsjóvarfiskur og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 200 m.

Litur: Lýrur er olivengrønur til myrkabrúnur um bakið. Hvøss avmarking er móti ljósaru silvurlitunum á síðunum. Hann er hvítur undir búkinum. Smáfiskar í taranum eru reyðbrúnir og hava reydligan lit ímillum teir gráu blettirnar á síðunum.

Teinar: R1 12-13; R2 17-20; R3 17-19; G1 27-30; G2 17-20.

Lýsing: Lýrur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Tann myrkagrøna strikan er væl bend oman fyri uggafjaðrarnar. Gotið er næstan frammi undir fremra enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stórt undirbit.

Eyðkenni: Hann minnir um upsa, men er tjúkkari. Ein munur er strikan, ið er so bogin, annar at gotið er frammarlaga. Hann hevur stórt undirbit.

Týdningur: Undir Føroyum er lítið til av hesum fiski, onkur fæst av og á, t.d. á seiðabergi, inni í firðum og sundum, men eisini úti á landgrunninum. Aðrastaðni verður væl veitt av lýri.

da: Lubbe - lyssej, en: Pollack, fr: Lieu jaune, ís: Lýr, no: Lyr, tý: Pollack