Útbreiðsla: Lýsingur sløðist inn í føroyskan sjógv av og á. Annars er hann undir Íslandi og Miðnoregi til Móritania, fram við landi í Miðjarðarhavinum og í syðra parti í Svartahavinum. Hann er bæði inni við land og á víðum havi.
Lýsingur (lýsingsættin)
Merluccius merluccius (Linné, 1758)
Stødd: Lýsingur verður upp í 140 cm langur, vanliga væl minni.
Dýpi: Hann er úr 30 m niður á 1000 metra dýpi. Er bæði við botnin og uppi í sjónum.
Litur: Hann er skifurgráur um bakið, ljósari um síðurnar. Undir búkinum er hann hvítur-gráhvítur. Inni í kjaftinum er hann svartur og táknaholan er svørt.
Teinar: R1 8-11; R2 35-40; G 36-40.
Lýsing: Lýsingur hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er stutt og høg. Hin aftara long og nakað lægri enn tann fremra. Hann hevur eina langa gotfjøður, smalar uggafjaðrar og smalar búkfjaðrar. Sterturin er mest sum beinur aftan. Hann hevur lítið undirbit, stóran, førligan kjaft við stórum, hvøssum tonnum. Hann hevur ikki finnu.
Eyðkenni: Lýsingur hevur ikki finnu. Smidligur í útsjónd.
Týdningur: Í Føroyum hevur hann ongan vinnuligan týdning, men sunnanfyri verður væl fiskað av lýsingi.
da: Kulmule, en: Hake, fr: Merlu commun, ís: Lýsingur, no: Lysing, tý: Seehecht