Skip to main content

Útbreiðsla: Maisild er fingin eina ferð undir Føroyum, í august 1998 eystur av Sandoyarbanka við troli. Hon er annars frá Bergensleiðini til Móritania. Hon er í vestara parti av Miðjarðarhavinum og í syðra parti av Eystarasalti. Kring Bretsku Oyggjarnar.

Maisild (sildaættin)
Alosa alosa (Linné, 1758)

Stødd: Maisild verður í mesta lagi 70 cm.

Dýpi: Óvist, men hon er vanliga ikki djúpari enn 7 metrar. Anadromur fiskur, ið gýtir langt uppi í stóru áunum í Evropa um várið. Yngulin fer á sjógv um heystið.

Litur: Hon er blá um bakið, silvurblonk um síðurnar. Oftast hevur hon ein dimman blett fremst á síðunum, aftan fyri kápurnar.

Teinar: R 18-21; G 20-26; Ry 57-58;

Lýsing: Hon hevur sildaskap. Kropshæddin við uggafjaðrarnar er størri enn høvuðlongdin. Maisildin hevur hvast kjalarskrubb. Yvirkjafturin hevur eina týðiliga kloyvu framman, sum undirkjafturin passar í. Kápan er ríput.

Eyðkenni: Táknatindarnir á fremsta táknaboganum (inni í boganum) eru fínir og langir, úr 90 upp í 120 í tali. Hon líkist nógv stavsild. Ein munur teirra millum er, at stavsildin hevur úr 40 upp í 60 táknatindar, og teir eru styttri og tjúkkari, og at stavsild hevur fleiri blettir aftur eftir síðunum.

 

Týdningur: Nakað verður veitt til matna.

da: Majsild, en: Allis shad, fr: Alose vraie, ís: Maísíld, no: Maisild, tý: Maifisch