Útbreiðsla: Hon er um alt Atlantshavið millum meginlondini. Undan Íslandi til Føroya. Í Miðjarðarhavinum. Undir Nýfundlandi, úr Meksikoflógvanum til Argentina, kring Bretsku Oyggjarnar til Vesturafrika. Í føroyskum sjógvi er hon fingin á sumri og um heystið á bankunum og úti á djúpum vatni. Hon er sjáldsom við Norðurnoreg, í Norðsjónum og innansyndis í Danmørk.
Makrelgedda (saurifiskaættin)
Scomberesox saurus saurus
(Walbaum, 1792)
Stødd: Mesta longdin er 50 cm, men er vanliga um 30 cm.
Dýpi: Makrelgedda er úr vatnskorpuni og niður á 100 m, gongur í torvum, til havs á vetri, ofta nær landi um summarið.
Litur: Hon er blágrøn um bakið, silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.
Lýsing: Makrelgedda er langur og klænur fiskur. Hon er hægri, enn hon er breið. Kjafturin er líkur longum fuglanevi. Undirkjafturin er longri, tó á smáum makrelgeddum eru kjaftarnir javnlangir. Hon hevur langan kropp og stutt sporl. Hon hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, báðar smáar og aftarlaga á sporlinum. Aftan fyri tær eru einar 5-7 smáfjaðrar eftir sporlinum, bæði undir og omaná. Uggafjaðrarnar eru spískar, næstan tríhyrntar. Búkfjaðrarnar eru smáar, og sterturin er nógv sýldur.
Eyðkenni: Hon kennist á nevinum og á smáfjaðrunum á sporlinum. Beinini eru ikki grøn sum í hornfiski, sum hon annars líkist nakað.
Týdning. Hon hevur vinnuligan týdning í øðrum londum, tó ikki nógvan.
da: Makrelgedde, en: Saury pike, fr: Orphi-maquereau, ís: Geirnefur, no: Makrellgedde, tý: Makrelenhecht