Útbreiðsla: Miðjarðarhavslangasporl er í vestara parti av Miðjarðarhavinum. Tað er í Grønlandsfirði, undir Íslandi, á Miðatlantsrygginum til Asoroyggjarnar. Vestan fyri Skotland og Írland til Biskeia og Portugals. Tað er sjáldsamt her um leiðir, men er fingið út av bankunum vestan fyri Føroyar.
Miðjarðarhavslangasporl (langasporlsættin)
Coryphaenoides mediterraneus
(Giglioli, 1893)
Stødd: Tað verður í minsta lagi 73 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 1000 m niður á 3000 m, bæði við botnin og uppi í sjónum.
Litur: Tað er brúnligt, dimmari við kápuna.
Teinar: R1 10-12; U 17-20; B 10-14.
Lýsing: Miðjarðarhavslangasporl er tjúkkast framman um bulin, mjækkar javnt aftur í sporlsendan. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er høg og stutt, smátent framman, aftara long og lág, kemur bert akkurát undan. Gotfjøðurin, ið er longri enn aftara ryggfjøður, er rættiliga høg og er frá gotinum aftur í sporlsendan. Aftara ryggfjøður og gotfjøðurin renna saman í ein spíss. Tað hevur rættiliga stóran kjaft. Mestsum flatan trant. Gotið er beint undir fremru ryggfjøður. Strikan bogar nakað oman fyri uggafjøðurina.
Eyðkenni: Javnt mjækkandi kroppurin, kubbuti tranturin. Gotfjøðurin kemur fram á hálvar uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Fremra ryggfjøðurin er smátent framman. Langar búkfjaðrar. Eygnatvørmátið er í stødd sum ella størri enn tranturin.
Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Middelhavsskolæst, en: Mediterranean grenadier, ís: Loðhali