Útbreiðsla: Mjáangi er sunnan fyri ryggirnar Grønland/ Skotland til Biskeiavíkina. Hann er úti í Atlantshavinum, við Madeira, Grønhøvdaoyggjar og Asoroyggjar og suður til Namibia. Hann er fingin nakrar ferðir á Íslandsrygginum og við bankarnar vestanfyri.
Mjáangi (angaættin)
Sagamichthys schnakenbecki
(Krefft, 1953)
Stødd: Mjáangi verður upp í umleið 25 cm, kanska longri, vanliga millum 15 cm og 20 cm.
Dýpi: Hann er millum 365 og 1200 metra dýpi.
Litur: Hann er javnt dimmur, dimmbrúnligur.
Lýsing: Mjáangi er hægstur og breiðastur um nakkan, mjækkar aftur til ta høgu klingruna. Høvdið er minni enn 1/3 av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, og gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Kjaftbeinið kemur aftur til aftaru eygnatrom, ella beint afturum. Ryggfjøðurin situr aftarlaga á bakinum. Gotfjøðurin er umleið hálva ryggfjøður aftari. Búkfjaðrarnar eru aftanvert miðjan fiskin. Hann hevur smáar uggafjaðrar og sýldan stert. Ljósgøgn eru undir búkinum, sporlinum og millum uggafjaðrarnar. Ein lítil angi er í skræðuni beint oman fyri uggafjaðrarnar. Hann hevur onga roðslu á kápuni.
Eyðkenni: Lítli angin oman fyri uggafjøðurina og ljósgøgnini, støddin og liturin. Fremstu tenninar í yvirkjaftinum eru ikki stórar og framrendar, sum í øðrum angum.
Týdningur: Mjáangi hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Schakenbecks skulderlysfisk, en: Schnakenbecks searsid, ís: Ránarangi