Útbreiðsla: Mórubróðir er sunnan fyri Føroyar, við Lúsabanka og norður móti sjómarkinum sunnanfyri. Sunnan fyri Ísland, vestan fyri Írland til Portugals. Ein er fingin í Miðjarðarhavinum.
Mórubróðir (moraættin)
Guttigadus latifrons Holt & Byrne, 1908
Stødd: Mórubróðir verður upp í 19 cm úr trantinum aftur í klingruna.
Dýpi: Hann er við botnin og uppfrá, á dýpum millum 770 m og 1875 m.
Litur: Inni í kjaftinum og í táknaholunum er hann dimmur, annars veitst einki um litin.
Teinar: R1 + R2 69-82; G 61-76.
Lýsing: Tjúkkastur er mórubróðir um bulin, hann hevur klæna klingru og tvær ryggfjaðrar, mest sum samanvaksnar. Fremra er lítil og tríkantað, hægst framman. Fyrsti teinur er eins høgur ella eitt sindur hægri enn teinarnir í aftaru ryggfjøður. Aftara ryggfjøður er long, kemur heilt aftur í klingruna. Gotfjøðurin er næstan eins long, og hon kemur næstan fram á hálva uggafjøðurina. Sterturin er lítil og rundur. Uggafjaðrarnar eru smáar, og tær eru festar beint undir fremra enda á fremru ryggfjøður. Mórubróðir hevur smalar og nakað langar búkfjaðrar. Finnan er sera lítil. Kjaftklovin kemur aftur undir hálvt eygað. Høvdið er stórt, um 21-24% av heildarlongdini. Hann hevur stór eygu, og gronin er umleið líka long sum eygnatvørmátið. Hetta fiskaslagið er lítið kent.
Eyðkenni: Lítli fiskurin, stóra høvdið og klæna klingran.
Týdningur: Mórubróðir hevur ikki vinnuligan týdning.
ís: Mórubróðir