Útbreiðsla: Murrikrutt er rættiliga vanligt á landgrunninum og Føroyabanka. Í Vestururgrønlandi, undir Íslandi, við Hetland til Útnyrðingsskotlands. Í Skagerrak (sjáldan), norður í Barentshavið eystur á 47°E. Vestanfyri frá Cape Cod til Ungava Bay.
Murrikrutt (ulkuættin)
Triglops murrayi Günther, 1888
Stødd: Undir Føroyum verður murrikrutt ikki nógv longri enn 13 cm, men norðari kann tað verða upp í 20 cm.
Dýpi: Undir Føroyum er murrikruttið fingið á sandbotni millum 57 og góðar 200 metrar. Aðrastaðni á heilt grunnum vatni, 7 metrum, niður á 300 m, og eisini niður á 445 m.
Litur: Murrikrutt er brúnligt við 4 týðiligum, men óregluligum, dimmum tvørbondum um nakkan og bakið, niður til strikuna. Undir strikuni eru bert einstakir blettir. Tvey-trý dimm blettabond eru á uggafjaðrunum og ryggfjaðrunum, og á stertinum eru trý. Kallfiskar hava ein blett aftast á fremru ryggfjøður. Bletturin er oftast svartur við hvítum innast. Undir búkinum er tað ljóst (silvurlitt) við smáum, dimmum prikkum ovast.
Teinar: R1 X-XII; R2 18-24; G 19-25; U 16- 19; Ry 42-47.
Lýsing: Murrikrutt er klænri fiskur enn fleiri onnur krutt. Tað hevur klæna klingru. Tvær naddaklæddar strikur eru, niðara er mitt eftir síðuni og ovara millum hesa strikuna og ryggfjaðrarnar. Niðara strikan bogar eitt sindur niður yvir uggafjøðurina, og á henni eru 46-48 roðslur. Síðan undir niðaru strikuni er sett við tøttum, skáksettum beinplátum, í faldum við týðiligum og skørpum kantum.
Murrikrutt hevur tvær ryggfjaðrar, ið standa tætt saman, tann fremra er minni, men hægri. Aftara er long og heldur lág. Tað hevur eina gotfjøður á stødd sum aftara ryggfjøður. Niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir. Tað hevur smáar búkfjaðrar. Sterturin er miðalstórur og er nakað útbogin aftan.
Gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Tveir píkar eru á gronini og fýra smáir á kápuni, men ongin á skallanum. Høvuðlongdin er umleið 25-27% av standardlongdini. Kallfiskarnir hava stóra sinu.
Eyðkenni: Murrikrutt er einasta krutt, ið hevur beinplátur undir strikuni.
Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Knurulk – Murray’s knurulk, en: Moustache sculpin - Mailed sculpin, fr: Chabot arctique, ís: þrømmungur, no: Nordlig knurrulke