Útbreiðsla: Naglaskøta er sunnan fyri pólkringin undir Íslandi og við Noreg, suður til Marokko og Namibia. Við Asoroyggjarnar, Madeira, í Miðjarðarhavinum, Svartahavinum og Norðsjónum til Oyrarsunds. Undir Føroyum er hon á landgrunninum og bankunum eystanfyri og vestanfyri, men sæst ikki ofta.
Naglaskøta (skøtuættin)
Raja clavata Linné, 1758
Stødd: Naglaskøta verður upp í umleið 120 cm long.
Dýpi: Hon er av grunnum vatni og niður á 300 metrar.
Litur: Liturin er skiftandi, men oftast rættiliga sprøklutur. Á bakinum er hon mest grálig við gulligum ella brúnligum farra, við óregluligum dimmum og ljósum blettum og strikum. Vanliga hevur hon ljós bond tvørtur um halan. Undir búkinum er hon gráhvít.
Lýsing: Naglaskøta er breiðari millum ravaendarnar, enn hon er úr tranti í got. Halin er umleið helvtina av heildarlongdini. Ravaendarnir eru umleið vinkulrættir. Smáir naddar eru um alla skivuna, bæði undir og yvir. Størri píkar eru, eitt rað er av herðunum og út á halan og eitt, viðhvørt tvey, hvørjumegin á halanum. Vaksnir kallfiskar hava ofta færri píkar. Píkar eru við eyguni. Á skák aftur frá eygunum er ein píkur, og somuleiðis ytst á trantinum og ytst á ravunum er ein píkur. Millum ryggfjaðrarnar eru vanliga ein ella tveir píkar.
Eyðkenni: Píkarnir hava slætta rót og standa á einum lítlum vøli, og oddarnir eru bendir afturá. Teir sprøklutu litirnir.
Týdningur: Naglaskøta verður fiskað sum hjáveiða við línu og troli og seld til matna.
da: Sømrokke, en: Thornback ray, fr: Raie Bouclée, ís: Drøfnuskata, no: iggskate, tý: Nagelrochen
Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.
Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
- Skøtuættin (Rajidae)
Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.
Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.
***
Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.
Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.
Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.
Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.
Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.