Útbreiðsla: Nakrar ferðir eru óbúnir fiskar fingnir undir Føroyum, út av Munkagrunninum og norðuri á umleið 63°N. Hann er annars vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Suðurafrika. Við grynnur og tindar úti í Atlantshavinum. Frá Labrador til Florida. Eystur úr Argentina og við Nýsæland og Avstralia.
Rekfiskur (rekfiskaættin)
Polyprion americanus
(Bloch & Schneider, 1801)
Stødd: Rekfiskur verður upp í 210 cm langur.
Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni og niður á o. u. 1000 metrar. Óbúnir fiskar eru ovarlaga í sjónum, har teir søkja sær skjól og føði við ymiskt, sum rekur í vatnskorpuni. Um 60 cm langur fer hann djúpari og heldur tá til á sand-, móru- og grótbotni. Møguliga eisini uppsjóvarfiskur í miðjum sjógvi.
Litur: Hann er brúngráur á liti, kanska við bláum/viólbláum ella grønligum farra. Óbúnir fiskar hava ljósar og myrkar blettir.
Teinar: R XI + 11-12; G II + 8-10; U 17-19; B I + 5.
Lýsing: Rekfiskur líkist nógv kongafiski í skapi og á fjaðrum, men ikki á liti. Hann hevur heldur køggutan kropp. Kropshæddin er umleið 33% av heildarlongdini. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er lægri framman, eina gotfjøður, ið er lægst framman og hægst á miðjuni. Høvdið er stórligt, hart og beinkent. Sum heild fastur, ’tungur’ fiskur. Frá kápuhorninum er ein beinryggur fram eftir kápuni. Roðslan er hørð og hvøss, umleið 90-114 roðslur eftir strikuni. Hann hevur stóran kjaft við smáum og tøttum rasputonnum. Hann hevur undirbit og stór eygu.
Eyðkenni: Tann ramliga útsjóndin. Teir grovu beinpíkarnir í rygg- og gotfjøðurini. Kongafiskalíki. Beinkamb á kápuni.
Týdningur: Rekfiskur er dýrur fiskur, men ov lítið fæst av honum her um leiðir til lønandi vinnu.
da: Vragfisk, en: Wreckfish, fr: Cernier, ís: Blákarpi, no: Vrakfisk, tý: Wrackbarsch
ÁburrufiskarPerciformes
Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.
Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.
Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
- Rekfiskaættin (Polyprionidae)
- Glómuættin (Epigonidae)
- Rossamakrelættin (Carangidae)
- Bramafiskaættin (Bramidae)
- Ennifiskaættin (Caristiidae)
- Karpaættin (Sparidae)
- Úlvfiskaættin (Zoarcidae)
- Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae)
- Tarabrosmuættin (Pholidae)
- Steinbítaættin (Anarhichadidae)
- Nebbasildaættin (Ammodytidae)
- Tvísygulsættin (Gobiesocidae)
- Floyfiskaættin (Callionymidae)
- Stubbafiskaættin (Gobiidae)
- Nasafiskaættin (Gempylidae)
- Stinglaksaættin (Trichiuridae)
- Makrelættin (Scombridae)
- Svartfiskaættin (Centrolophidae)
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir.
Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.
Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.
Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.