Útbreiðsla: Í flógva og heita sjónum frá Suðurnoregi, Føroyum og Labrador til Suðurafrika og Hornið. Í Miðjarðarhavi, í Kyrrahavi og Indiahavi. Á okkara leiðum er hann fingin eina ferð á Føroyabanka.
Revahávur (revahávaættin)
Alopias vulpinus (Bonnaterre, 1788)
Stødd: Revahávur verður í mesta lagi 6 m í fullari longd.
Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur, sjáldan djúpari enn 60 m, men er eisini fingin á
minst 500 m dýpi.
Litur: Revahávur hevur ymsar litir, úr brúnum til gráblátt, myrkt blátt og er næstan svartur á bakinum. Undir búkinum er hann hvítur, viðhvørt myrkt sprøklutur. Myrkur undir gronini og uggafjaðrunum.
Lýsing: Revahávur kennist beinanvegin á tí serliga langa yvirstertinum, sum viðhvørt er meira enn helvtina av fullari longd. Revahávur hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er stór, høg og tríkantað, og hon er nærri við uggafjaðrarnar enn við búkfjaðrarnar. Hin aftara er lítil og situr aftur móti klingruni, og undir henni, heldur aftari, situr tann eins lítla gotfjøðurin. Yvirsterturin er serliga høgur og nakað smalur. Búkfjaðrarnar eru miðalstórar.
Við nakkan hækkar ryggurin munandi, hann hevur ein týðiligan kant. Gronin er stutt og avrundað. Eyguni sita uppi yvir kjaftinum og fremst við hann. Hann hevur rættiliga smáar tríkantaðar tenn, ið minka út í kjálkarnar.
Eyðkenni: Tann langi yvirsterturin og stutta gronin. Hann hevur lítla gotfjøður.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning á okkara leiðum.
da: Rævehaj, en: Thresher shark, fr: Renard de mer, ís: Skottháfur, no: Revehai, tý: Fuchshai
MakrelhávarLamniformes
Makrelhávarnir er ein heldur lítil, men rættuliga fjølbroyttur hópur av hávum við 7 ættum, 10 slektum og 15 sløgum.
Við Føroyar eru 3 ættir, við einum slagi í part:
- Revahávaættin (Alopiidae)
- Brugduættin (Cetorhinidae)
- Hemaraættin (Lamnidae)
Hetta eru stórir hávar, við tveimum píkaleysum ryggfjaðrum og einari gotfjøður. Teir hava fimm táknarivur, hava ikki eygnalok, og teir hava stóran kjaft, ið røkkur aftur um eyguni. Teir flestu hava andahol.
Teir eru bæði nær landi og langt til havs.