Útbreiðsla: Reyðsprøka er úr Genovavíkini til Gibraltar, frá Marokko fram við Evropa norður í Hvítahavið. Hon er í donskum sjógvi og syðra parti av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum og kring Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum og Íslandi. Hendingaferð er hon fingin í Grønlandi.
Reyðsprøka (flundruættin)
Pleuronectes platessa Linné, 1758
Stødd: Í mesta lagi um 100 cm long.
Dýpi: Hon er úr fjøruni út á 200 m dýpi.
Litur: Reyðsprøka er vanliga brún, sandlitt, ljósari ella myrkari, við eyðkendum reyðgulum blettum á bakinum. Á gomlum fiskum verður ein hvítligur ringur uttan um teir reydligu blettirnar. Ójavnt er, hvussu nógvir blettirnir eru, men vanliga eru teir millum 10 og 35. Hvítumegin er hon hvít/hvítgrá, tó onkuntíð misslitt við ryggjarlitin.
Lýsing: Reyðsprøka er høgravendur flatfiskur. Strikan fer í ein lítlan boga oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur eina ryggfjøður av nakkanum aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum til klingruna, rættiliga smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar, stóran stert, eitt lítið sindur útbogin, pík beint aftan fyri gotið, men er annars sløtt, bæði undir og á. Millum eyguni og aftur til kápuklovan, er ein týðiligur reikur við 5-7 beinknútum.
Eyðkenni: Beinreikurin aftur frá eygunum. Næstan beina strikan. Blettirnir. Líkist mest ósaskrubbu og skrubbu.
Týdningur: Reyðsprøka verður nógv veidd og er virðismikil fiskur.
da: Rødspætte, en: Plaice, fr: Carrelet - Plie commune, ís: Skarkóli, no: Gullflyndre - rødspette, tý: Scholle
Sí myndir og videoklipp her.