Útbreiðsla: Rísna langasporl er við Svalbarð til Bergensleiðina, Íslands, Vesturgrønlands, Labrador til Massachusetts. Undir Føroyum er tað sunnanfyri, út av Munkagrunninum, Bankarygginum og bankunum vestanfyri og suður á Hattonbanka.
Rísna langasporl (langasporlsættin)
Macrourus berglax Lacepède, 1801
Stødd: Tað verður minst 110 cm langt.
Dýpi: Rísna langasporl er úr umleið 100 m niður á 3000 m.
Litur: Rísna langasporl er myrkagrátt ella øskugrátt um bakið og fjaðrarnar og silvurgrátt undir búkinum. Trolveitt hevur tað mist flestar litir og tykist hvítgrátt.
Teinar: R1 11-13; U 17-20.
Lýsing: Rísna langasporl hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil, men høg og situr heilt fram móti nakkanum. Hin aftara er lág og long, gongur heilt aftur á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurina, ið er næstan eins long og ryggfjøðurin. Frá gotinum og aftur á sporlsendan smalkar fiskurin javnt, og stertur er eingin. Tað hevur stórt høvd, um 20% av heildarlongdini og stór eygu. Roðslan er hvøss. Rísna langasporl hevur myrkan blett við gotið og millum búkfjaðrarnar. Gronin er líka long sum eygnatvørmátið. Tað hevur ein beinkamb hvørjumegin á høvdinum, undir eyganum og oman fyri kjaftin.
Eyðkenni: Tann sera rísna roðslan, og beinkamburin á høvdinum. Tað hevur ikki roðslu undir trantinum. Rísna langasporl er høvuðstórt og bulmikið.
Týdningur: Nakað verður veitt av rísna langasporli.
da. Nordlig skolæst, en: Roughhead grenadier, fr: Grenadier gris, ís: Snarpi langhali, no: Isgalt, tý: Grenadierfisch