Útbreiðsla: Rognkelsi er á víðum havi og inni við land, líka í sjóvarmálan. Tað er allan vegin frá Eysturgrønlandi og Íslandi til Føroya. Annars er tað í Barentshavinum suður í Biskeiavíkina, kring Bretsku Oyggjarnar, og í Eystarasalti. Frá Diskovíkini, Davisfirði og Hudsonflógvanum til New Jersey.
Rognkelsi (rognkelsisættin),
grárognkelsi !, reyðrognkelsi F .
Cyclopterus lumpus Linné, 1758
Stødd: Rognkelsi verður upp í góðar 60 cm, vanliga um 30-40 cm. Siljafiskarnir eru smærri enn rognafiskarnir.
Dýpi: Rognkelsi er úr fjøruni og vatnskorpuni niður á 50-200 m, onkur sigur 400 metrar. Tað er eisini uppsjóvarfiskur úti á víðum havi.
Litur: Tað er myrkagrøn-grá-brúnt um bakið. Undir búkinum og eitt sindur upp á síðurnar er tað ljóst grønt. Í gýting eru siljafiskarnir myrkabrúnir ella svartir um bakið, reyðbrúnir um síðurnar og undir búkinum.
Lýsing: Rognkelsi er stutt, høgt og rættiliga breitt í skapi. Fremra ryggfjøðurin er umskapað til ein margháttligan vøkstur, tornir á bakinum. Aftara ryggfjøður er aftast á sporlinum, og sama er gotfjøðurin. Tær eru eins til støddar og hava vanliga fjaðraútsjónd. Uggafjaðrarnar eru nakað stórar og eru fremst við kápuna og inn undir øsið. Sterturin er rundaður aftan. Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein súgvikopp, ið situr fremst undir búkinum. Fiskurin sýgur seg viðhvørt fastan á steinar og annað. Á hvørji síðu eru trý røð av beinkendum naddum, frá høvdinum og aftureftir. Tað hevur flatan búk, kann standa uppreist. Skræðan er serliga tjúkk.
Eyðkenni: Sera klumput í útsjónd. Kann neyvan mistakast fyri nakran annan fisk her um leiðir.
Týdningur: Summastaðni verður tað veitt. Rognini verða onkustaðni brúkt til kaviar. Í Føroyum hevur rognkelsi ikki havt vinnuligan týdning.
da: Stenbider – Kvabso, en: Lumpfish, fr: Lompe, ís: Hrognkelsi, no: Rognkall – Rognkjekse, tý: Lumpfisch
Sí myndir og videoklippher.