Skip to main content

Útbreiðsla: Rútarkongur er undir Føroyum og Íslandi til Portugals, Madeira og Asoroyggjarnar.

Rútarkongur (rútarkonagsættin)
Neocyttus helgae (Holt & Byrne, 1908)

Stødd: Rútarkongur verður upp í umleið 30 cm langur.

Dýpi: Hann er djúpvatnsfiskur úr 900 m niður á 1200 m. Vestan fyri Føroyabanka er hann fingin á 1000 m dýpi.

Teinar: R VI + 34-36; G IV + 30-32.

Litur: Hann er gráligur, kanska ljósagulbrúnligur. Kápa og fjaðrar eru dimmar.

Lýsing: Rútarkongur er smalur og høgur fiskur, umleið líka langur sum høgur, mestsum ein fýrkantur settur upp á hornið. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin byrja á hornunum, ovast og niðast, fremst við hørðu teinunum, og síðan teir bleytaru aftur til klingruna. Hann hevur heldur smáar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar. Stórur píkur fremst í teimum. Hann hevur lítlan stert, lítlan kjaft og stór eygu. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini.

Eyðkenni: Tað sermerkta kropsskapið. Hørðu teinarnir í búkfjaðrunum, rygg- og gotfjøðurini.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Falsk havgalt, en: False boarfish, ís: Gøltur

PætursfiskarZeiformes

Í Pætursfiskahópinum eru 6 ættir, 16 slektir og 32 sløg.

Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:

  • Rútarkongsættin (Oreosomatidae)
  • Pætursfiskaættin (Zeidae)

Pætursfiskarnir hava stórt høvd, ofta við skáksettum kjafti, ið kann skjótast fram.

Teir eru hávaksnir og tunnir, flestu eru stóroygdir.

Fjaðrarnar hava fleiri ella færri harðar teinar. Allir liva teir í sjónum.