Útbreiðsla: Hann er út av Lúsabanka til Asoroyggjar og Norðurportugals. Úr Davisfirði til Florida, í Grønlandsfirði, sunnan fyri Ísland til Angola í Útsynningsafrika.
Sævarangi (angaættin)
Normichthys operosus Parr, 1951
Stødd: Sævarangi verður upp í 16 cm.
Dýpi: Hann er á umleið 1000 metra dýpi.
Litur: Hann er dimmbrúnur.
Teinar: R 18-20; G 16-18; B 6-7;
Lýsing: Bulurin er høgur og nakað smalur aftur til gotið. Ryggfjøður er ein, og hon situr væl aftan fyri miðjuna á fiskinum. Gotfjøðurin situr eitt vet aftari og kemur aftur til tað smalasta á klingruni. Smáar búkfjaðrar sita beint aftan fyri miðjan fiskin, aftur móti gotfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru smáar og sita nakað niðarlaga á ugganum. Ein lítil naddi, angi, er í skræðuni beint oman fyri uggafjøðurina. Sævarangi hevur stórt høvd, umleið ella minni enn 1/3 av standardlongdini. Kjafturin kemur ikki aftur um eygað. Hann hevur nakað spíska gron, hon er líka long sum eygnatvørmátið. 2-4 stór og fleiri smá hol eru inn í skræðuna uppi við nakkan, oman fyri kápuna. Strikan er bein.
Eyðkenni: Tættvaksni, lítli fiskurin, stóra høvdið, tann lítli angin yvir uggafjøðurini, holini í skræðuni oman fyri kápuna, og kjafturin kemur ikki aftur um eygað.
Týdningur: Sævarangi hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Grubet skulderlysfisk, en: Multipore searsid, ís: Sæangi.