Útbreiðsla: Fæst av og á undir Føroyum á djúpum vatni, út av Landgrunninum, Føroyabanka og Bankarygginum. Hon er annars á Íslandsrygginum, við suðurvesturstrond Noregs til Hetlands. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Gibraltar, Marokko og nakað inn í Miðjarðarhavið.
Sandskøta (skøtuættin)
Leucoraja circularis Couch, 1838
Stødd: Sandskøta verður upp í 120 cm long, oftast millum 70-100 cm.
Dýpi: Hon sigst at vera millum 70 m og 275 m, men undir Føroyum fæst hon niður á í minsta lagi 825 m dýpi.
Litur: Á bakinum er hon einlitt grábrún, ljósabrún, í reyðbrúnan lit við 5-6 smáum, makaðum gulhvítum blettum, sum smámyntir, hvørjumegin ryggin. Onkuntíð sæst sandskøta við ongum blettum. Undir búkinum er hon hvít.
Lýsing: Umleið 7-8 píkar eru framman fyri og inn millum eyguni. Ein trunki av tindum er á nakkanum. Á halanum eru fýra røð av píkum, tvey hvørjumegin miðjuna, umframt, á ungum fiskum, eitt rað eftir miðjuni á halanum. Úr trantinum til fremst á halanum er styttri, enn fiskurin er breiður. Ravahornini eru rundað, og ravakantarnir eru innbendir framman. Hon hevur spískar tenn, kubbuta gron og lítlan trant framúr.
Eyðkenni: Teir hvítligu blettirnir á bakinum og á búkfjaðrunum og fýra píkarøð á halanum.
Týdningur: Sandskøta verður avreidd, men nøgdin er lítil.
da: Sandrokke, en: Sandy ray, fr: Raie circulaire, ís: Sandskata, no: Sandskate, tý: Sandrochen
Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.
Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
- Skøtuættin (Rajidae)
Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.
Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.
***
Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.
Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.
Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.
Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.
Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.