Útbreiðsla: Sandstubbi er undir Føroyum, við Bretsku Oyggjarnar til Tromsø. Hann er í Eystarasalti norður til Álandsoyggjarnar, í Norðsjónum til vestara part av Miðjarðarhavinum, í Adriahavinum og í Svartahavinum.
Sandstubbi (stubbafiskaættin)
Pomatoschistus minutus (Pallas, 1770)
Stødd: Tann størsti sandstubbin, sum fingin er undir Føroyum, var 9,1 cm langur. Hann er annars sjáldan størri enn 7,5 cm og verður neyvan longri enn 11 cm.
Dýpi: Sandstubbi er vanligast úr fjøruni (0,5 m) út á 12 - 15 m. Hann er tó aðrastaðni fingin á 300 m dýpi. Í Føroyum er hann fingin á víkum og firðum út á 40 m dýpi.
Litur: Vanliga er hann sandbrúnur ella sandgráur um bak og síður. Hann er rómalittur undir búkinum. Dimmar ella rustlittar óregluligar strikur og blettir eru av bakinum og niður á síðurnar, tó ikki á uggunum og undir búkinum. Fremra ryggfjøður hevur á afturendanum ein svartan blett, men hann sæst illa á deyðum fiski.
Teinar: R1 VI (VII ); R2 I + 10-12; G I + 9-12.
Lýsing: Sandstubbi hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra væl minni enn tann aftara. Búkfjøðurin røkkur aftur um uggafjøðurina, til gloppið millum ryggfjaðrarnar. Gotfjøðurin er eins stór og aftara ryggfjøður. Sterturin er rundaður aftan. Fjaðrarnar hava strípur umleið sama lit sum tey myrku støðini á kroppinum, tó ikki uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Roðsla er oman á bakinum framman fyri fremru ryggfjøður. Hann hevur breitt høvd og bungutar kjálkar. Eyguni eru smá og standa út úr høvdinum. Hann sæst ikki so ofta sum tvíprikkuti stubbi.
Eyðkenni: Støddin, liturin og tað, at búkfjøðurin kemur aftur um uggafjøðurina. Dimmi bletturin á ryggfjøðurini.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sandkutling, en: Sand goby, fr: Gobie buhotte – Gobie des sables, no: Sandkutling; tý: Sandkühling